Á norðurlendska Parkinsonfundinum í Stockholm greiddi John-Peter Ganda Mall, granskari í biomedisini við Örebro universitet, frá gransking í sambandinum millum tarm og heila. Ein av stóru spurningunum er, um Parkinsonsjúka hjá summum kann byrja í tarmunum. Enn ber tó ikki til at geva eitt greitt svar.
Tarmurin og heilin samskifta
Tarmurin ger nógv annað enn at sodna matin og taka føðsluevni upp. Hann hevur sítt egna nervalag og er ein týðandi partur av immunverjuni. Har liva eisini nógvar ymiskar bakteriur, sum hava týdning fyri kroppin. Tarmurin og heilin samskifta millum annað gjøgnum vagusnervina.
Tarmveggurin virkar sum ein verja, sum skal forða bakterium og skaðiligum evnum í at sleppa inn í kroppin. Gransking bendir á, at henda verjan kann vera viknað hjá summum fólkum við Parkinsonsjúku. Samansetingin av bakterium í tarmunum kann eisini vera øðrvísi, og hetta kann hava samband við bruna í kroppinum.
Enn er tó ógreitt, um hesar broytingarnar eru við til at elva til sjúkuna, ella um tær koma sum ein avleiðing av sjúkuni, viðgerðini ella øðrum viðurskiftum.
Trupulleikar við tarmunum kunnu koma nógv ár undan rørslueyðkennunum
Parkinsonsjúka verður vanliga staðfest, tá rørslueyðkennini eru farin at vísa seg. Vanlig eyðkenni eru ristingar, stívleiki og seinar rørslur. Tá er sjúkan ofta komin væl áleiðis.
Nógv hava tó onnur eyðkenni fleiri ár frammanundan. Tey kunnu millum annað hava trekan maga, skerdan luktisans, svøvntrupulleikar ella tunglyndi. Fleiri kanningar hava víst, at trupulleikar við maga og tarmum kunnu koma nógv ár undan teimum vanligu rørslueyðkennunum.
Hetta hevur fingið granskarar at kanna, um sjúkan í summum førum kann byrja í tarmunum.
Kann sjúkan flyta seg frá tarmi til heila?
Ein hypotesa er, at proteinið alfa-synuklein kann broyta skap og savnast saman í tarmunum. Broytt alfa-synuklein kann síðan møguliga flyta seg eftir vagusnervini til heilan.
Royndir við djórum hava víst, at alfa-synuklein kann flyta seg hesa leiðina. Tað er tó ikki staðfest, at sama tilgongd fer fram hjá menniskjum, ella at hon kann seta Parkinsonsjúkuna í gongd.
Granskarar hava eisini sett fram eina hypotesu um, at sjúkan kann byrja á ymiskan hátt. Hjá summum byrjar hon sambært hypotesuni í nervalagnum í tarmunum og breiðir seg síðan til heilan. Hetta verður rópt „body-first“. Hjá øðrum byrjar hon í heilanum og ávirkar síðan aðrar partar av kroppinum. Hetta verður rópt „brain-first“.
IBS og Parkinsonsjúka
Ein partur av framløguni snúði seg um Irritable Bowel Syndrome (IBS), sum vit vanliga kalla irritablan tjúkktarm ella viðbreknan langa. IBS kann millum annað geva búkilsku, trekan maga ella leyst lív.
Kanningar úr fleiri londum hava víst, at fólk við IBS eru í størri vanda fyri seinni at fáa Parkinsonsjúku enn fólk uttan IBS. Tá granskarar løgdu úrslitini úr fleiri kanningum saman, var vandin umleið 48 prosent hægri.
Hetta merkir ikki, at 48 prosent av fólki við IBS fáa Parkinsonsjúku. Talið lýsir ein lutfalsligan mun millum tveir bólkar, og kanningarnar kunnu ikki staðfesta, at IBS elvir til Parkinsonsjúku.
Ein onnur møgulig frágreiðing er, at trupulleikarnir við tarmunum standast av broytingum í kroppinum, sum longu eru farnar í gongd, hóast Parkinsonsjúkan enn ikki er staðfest. Meira gransking krevst tí fyri at skilja sambandið.
Granskingin heldur fram
John-Peter Ganda Mall stendur á odda fyri gransking í sambandinum millum tarm og heila við Örebro universitet. Har kanna tey millum annað smá vevnaðarpetti úr tarmunum hjá fólki við Parkinsonsjúku. Endamálið er at fáa meira vitan um tarmveggin, bakteriurnar í tarmunum og møguligan bruna.
Ein verkætlan kannar, hvussu ein ávís tarmabakteria ávirkar tarmveggin hjá fólki við Parkinsonsjúku. Ein onnur stór verkætlan, sum er ætlað at halda fram til 2034, kannar eyðkenni frá maga og tarmum og møguligar vandatættir í sambandi við Parkinsonsjúku og Lewy- body demensi.
Høvuðsboðskapurin í framløguni var, at tarmurin tykist hava ein týðandi leiklut í Parkinsonsjúku og hjá summum møguliga er staðið, har sjúkan byrjar. Enn vita granskararnir tó ikki, hjá hvørjum hetta er galdandi, nær broytingarnar byrja, ella hvussu vitanin kann brúkast til at fyribyrgja ella viðgera sjúkuna. Tí er tørvur á meira gransking, áðrenn til ber at geva ítøkilig ráð ella menna nýggja viðgerð.
Ein svensk verkætlanarsíða er eisini um somu Parkinsonverkætlan, um onkur hevur hug at kunna seg meira um hana