Sjúkan

Hvat er Parkinson?

Fyrstur at gera vart við hesa sjúkuna var enski læknin James Parkinson í 1817, harav navnið Parkinsonsjúkan. Sjúkan ger um seg í heilanum, tí ov lítið dopamin verður gjørt og vísir seg fyrst og fremst sum ristilamningur.

Granskin í dag bendir á at sjúkan byrjar í tarmunum. Tað verður granska nógv, fyri at finna ein hátt at tarna sjúkuni áðrenn hon hevur gjørt ov nógv um seg.

Hvussu ger sjúkan vart við seg?

HØVUÐSEYÐKENNINI ERU:

• ristingar
• vøddastívleiki
• seinar og trekar rørslur

Sjúkuárinini eru ógvuliga ymiskt frá einum til annan. Tað veldst um, hvussu leingi ein hevur havt sjúkuna, men tað er eisini ymiskt, hvussu ein hevur tað frá degi til annan.
Umframt likamligu sjúkueyðkennini hava tey flestu eisini onnur sjúkuárin - sonevnd ikki-motorisk árin.

Tú kanst lesa meira um sjúkuna í hesum faldaranum sum Parkinsonforeningen hevur latið gjørt, her: https://www.parkinson.dk/sites/default/files/brochurer/Ny%20med%20Parkinson_pdf.pdf

 

Hvør er orsøkin?

Hildið verður, at høvuðsorsøkin til trekleikan í kroppinum er at ov lítið av dopamini verður gjørt í ávísum pørtum í heilanum. Dopamin er eitt evni, sum í heilanum er millumliður millum nervakyknur.

Hvussu verður sjúkan ávíst?

Sjúkan verður ávíst við vanligari læknakanning. Serliga stívleikin í limunum er høvuðstekin. Eingin blóðroynd ella onnur kanning kann staðfesta sjúkuna. 

Við hvørt vera scanningar gjørdar fyri at útiloka at talan er um aðrar sjúkur.

Venjing

Av aðrari viðgerð, sum er týdningarmikil, er at venja vøddar og rørslur og eisini fysioterapi. Ymisk hjálpitól, sum kunnu vera til nyttu, eru eisini.

Venjingartilboð fyri fólk við Parkinson

 

Ber til at viðgerða sjúkuna?

Eingin grøðandi viðgerð er, men tey seinnu árini eru komin fram fleiri sløg av heilivági. Høvuðsvirkanin hjá øllum hesum heilivági er beinleiðis ella óbeinleiðis at vaksa um dopaminið í heilanum.

  • HVORDAN VIRKER MEDICINEN PÅ MIN PARKINSON?
    Parkinsons sygdom er en kronisk fremadskridende neurologisk sygdom, som indebærer, at visse neuroner i hjernen efterhånden bliver beskadiget. Det gælder i høj grad de neuroner, der producerer signalstoffet dopamin.

    Dopamin er et af kroppens mest virksomme signalstoffer, der er tæt forbundet med hjernens belønningssystem. Sammen med andre signalstoffer sørger dopamin for, at dine hjerneceller ’taler sammen’. Dopamin påvirker din lystfølelse, din appetit og dine bevægelser.

    Derfor påvirker det både dit humør, dine bevægelser og din fordøjelse, når hjernen mangler dopamin.

    Parkinson-medicinen øger mængden af dopamin
    i hjernecellerne og råder dermed bod på hjernens underskud af stoffet. Parkinsonmedicinen helbreder ikke sygdommen, men holder dine symptomer nede.

    Sammen med fysisk træning er medicinen vigtig for at sikre, at du får et godt liv med Parkinson. Fysisk
    træning kan sikre, at kroppen optager medicinen mere effektivt.

    Med årene kan effekten af medicinen blive mindre. Du kan opleve svingninger, hvor medicinen ikke længere holder styr på symptomerne.

    Man taler om, at medicinen har ’aftagende effekt’. Det skyldes, at de celler, medicinen skal virke på, bliver mindre aktive.

    Andre behandlingsformer kan komme på tale, fx medicinpumper eller DBS-operation.