03 mai 2021
Venjingartilboð fyri fólk við Parkinson

Fimleikur og kropslig venjing er sera umráðandi fyri fólk við parkinson. Men av tí at sjúkan frá persón til persón er sera ymisk er tørvurin á hóskandi venjing eisini sera ymiskur. Parkinsonfelagið er tí farið undir at gera eitt yvirlit yvir venjingartilboðini sum eru í ymisku økjunum.

ALMANNAVERKIÐ SKIPAR FYRI VIÐLÍKAHALDSVENJING FYRI FÓLK SUM ERU 18 - 67 ÁR.
 
Frá 1. september 2021 fer tænastan eisini at fevna um viðlíkahaldsvenjingar og fyribyrgjandi venjingar.
 
Svartíð: Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um viðlíkahaldsvenjing innan 1 mánað. Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.
 
Meira kemur
TRÝST HER 
 
----
 
Vit byrjað við Tórshavnar Kommunu og síðani taka vit tær stóru kommunurnar úti um landið. Vit uppdatera listan við venjingartilboðum so hvørt sum vit hava upplýsingarnar á heimasíðuni og á facebook hjá felagnum. Øll sum skipað fyri venjingum har fólk við parkinson kunnu luttaka, kunnu senda okkum nakrar linjur um tilboðið:
 
 
TÓRSHAVNAR KOMMUNA:
 
Open Gym í venjingarmiðstøð
Ert tú fólkapensjónistur í Tórshavnar kommunu, hevur tú møguleika fyri at venja saman við fysioterapeutum í venjingarmiðstøðini Burn í miðbýnum í Havn. Í venjingarmiðstøðini er lyfta, og tað vil siga, at tú eisini kanst venja í BURN, um tú ert rørslutarnað.
 
LES MEIRA HER


 
Venjing í Kollafirði
Ert tú fólkapensjónistur í Tórshavnar kommunu, og hevur tú hug at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða og stuttliga løtu saman við øðrum, kanst tú melda teg til venjingartilboðið í fimleikarhøllini í Kollafjarðar skúla.
 
LES MEIRA HER 

 


Venjing í Badmintonhøllini
Ert tú fólkapensjónistur í Tórshavnar kommunu, og hevur tú hug at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða og stuttliga løtu saman við øðrum? So kanst tú melda teg til heilsufremjandi venjingartilboðið í Badmintonhøllini í Havn.
 
LES MEIRA HER
 

Eisini serliðini fara í gongd aftur í september, og tey fyrstu sum byrja eru fólkapensionistar, sum eru raktir av parkinsonsjúku. Tilboðið er eitt tvørfakligt tilboð við bæði ergoterapeuti og fysioterapeuti.

Parkinsonliðið fer í heyst at venja tvær ferðir um vikuna í stásiligu og vælútgjørdu fysio- og ergoterapi-hølunum í nýggja umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum Urd í Hoyvík.

Parkinsonliðið byrjar venjingina í viku 37, tað vil siga hálvan september, og tað ber til at melda seg til liðið við at seta seg í samband við leiðaran fyri fysioterapeuttoymið Jákup Petur Eliassen á tlf 793145, teldupost: jakupp@torshavn.fo ella við leiðaran fyri ergoterapeuttoymið, Katrin Jespersen, tlf 793134, katrinj@torshavn.fo ella Heilsuhúsið á tlf 302000 innan 1. September.

Kostnaður fyri hesa venjingina er 200 kr. um mánaðin.

 


---
 
 
RUNAVÍKAR KOMMUNA:

Roðin bjóðar borgarum 67 ár og eldri til venjing og samveru
Roðin hevur síðan mei 2018 bjóðað borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.
 
LES MEIRA HER:
 
 
---
 
 
EYSTUR KOMMUNA & FUGLAFJARÐAR KOMMUNA
 


NÁND - Sjálvsvenjing
Nánd ynskir at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív. Við at hava tilboð til sjálvsvenjing gevur Nánd møguleika til fólk í aldrinum 67 ár og eldri at ganga til venjing og fáa sær eitt prát og møguliga ein drekkamunn.
 
LES MEIRA HER

 

KLAKSVÍKAR KOMMUNA

Venjingartilboð fyri fólkapensjónistar - ikki einans fólk við parkinson:
 
Ven og Virka
er venjingarhøli hjá Ergo- og fysioterapieindini  NBH.
 
Endamálið við venjingini er:
At fólkapensjonisturin kann klára seg sjálvan og búgva í egnum heimi sum longst.
 
Málbólkurin er heimabúgvandi fólkapensjónistar, sum vegna sjúku, brek ella aðra orsøk eru í vanda fyri/hava fingið afturgongd í førleikastøðuni, og ynskja at betra um ella varðveita virkisførleikan við venjing.


Kravið er, at borgarin virkin kann taka lut í venjingini, og er førur fyri at seta mál fyri venjingina.
 
Onnur tilboð í Ven og Virka:
NBH bjóðar fólkapensjónistum í Norðoyggjum eginvenjing í Ven og Virka. Tilboðið er ókeypis og fer fram týsdagar og hósdagar frá kl. 9:00-12:00, undantikið halgidagar og aðrar frídagar.
 
Tilboð um venjing til borgarar 60+ fer fram í kvøldskúlahøpi hjá Klaksvíkar kvøld-, ungdóms- og listaskúla vetrarhálvuna. Nærri kunning fæst á kks.fo.
 
Deildarleiðari er Hedevig Matras, fysioterapeutur.
 
Adressa:
Kjalarvegur 48
700 Klaksvík

Tel. 793464

LES MEIRA HER


 

Meira seinri........

28 desember 2024
Kunning-Tilboðið um viðlíkahalds­venjing hjá Almanna­verki­num víðkað
23 desember 2024
Jóla­heilsan
23 desember 2024
Jóla­heilsan
04 desember 2024
Limafundur var 16.novembur 2024 á MEGD
04 desember 2024
Limafundur var tann 16.novembur 2024 á MEGD
30 oktober 2024
Limafundur 16. novembur
27 oktober 2024
Parkinson rehabilitering og forkann­ingar á Suðuroyar Sjúkra­húsi
10 september 2024
Árliga Nordisk Parkinson Råd í Føroyum