Um felagið
Parkinsonfelagið varð stovnað í 1990.
Høvuðsendamálini hjá felagnum eru at upplýsa um sjúkuna, og at geva sjúklingum og teirra avvarandi høvi at koma saman til samskifti og hugna. At betra um korini hjá fólki við parkinsonsjúku. At veita stuðul til gransking. At luttaka í norðurlendskum og europeiskum samstarvi.
Sí filmsbrot um Parkinsonfelagið
Parkinsonfelagið er limur í MEGD og í Parkinson Europe.
Búmerkið felagsins er ein sjekul, teknaður sum eitt P.