Ársfrágreiðing 2005

Felagið hevur havt fleiri fundir og tiltøk í árinum sum farið er. Niðanfyri eru átøkini lýst:

17. januar skrivaðu vit eina heilsan til Dansk Parkinsonforening, sum var 25 ár. Henda heilsan varð prentað í Parkinsonblaðið. Eisini lótu vit danska felagnum eina hondgjørda klokku í gávu.
19. februar hevði nevndin fund við Pál Weihe og Mariu Skaalum, sum kanna um dálkingarevni í nátturuni ávirkar heislustøðuna hjá parkinsonsjúklingum. Parkinsonfelagið lat 50.000 kr. til hesa verkætlan og granskararnir hava sagt, at tá úrslitini fyriliggja, skal parkinsonfelagið fyrst fáa úrslitini, tvs. áðrenn tey verða almannakunngjørd.

26. februar í fjør var aðalfundur. Formaður felagsins er Kristina Vesturklett og hinir limirnir eru Pól A. Poulsen, næstformaður, Hildebjørg Weihe, kassameistari, Barbara á Tjaldrafløtti, skrivari og Katrin Nielsen. Varalimur eru Gunhild Pedersen og Anna Berg. Tó hevur Anna Berg tikið seg aftur, og í hennara stað er Jana Ziska.
Mai.

Í mai luttóku Kristina Vesturklett og Hildebjørg Weihe á føðingardagsveitslu hjá danska Parkinsonfelagnum. Samstundis luttóku tær eisini í norðurlendska fundinum.

24. september var limafundur. Tá vísti vit ein film um parkinsonsjúkuna og Katrin Nielsen, sjúkrarrøktarfrøðingur greiddi frá ætlanini, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevði um Parkinsonskúla. Henda ætlan var gjøgnumførd í heyst. Endamálið var at læra sjúklingar at liva við sjúkunu, at gera rørslur og at tosa um onnur viðkomandi mál. Skúlin var sera væleydnaður. Tær tríggjar sum stóðu fyri hesum skúla hava skrivað eina frágreiðing, sum felagið fær innlit í so skjótt frágreiðingin er tøk. Nevndin í parkinsonfelagnum arbeiðir fyri at hesin skúli skal halda áfram, og at allir limir fáa í boði at luttaka.

27. november var jólahugni. Áleið 30 fólk møttu upp. Dagurin var sera hugnaligur, vit høvdu mat, sang, lutaseðlasølu, sum gav 2.400 kr., og hoyrdu eina góða søgu, sum Eyðbjørg Hammer læs upp.

Desember.
Felagið hevur uppafturprenta faldara um parkinsjúkuna. Faldarin verður latin øllum kommunulæknum fyrst í 2006.

Desember.
Felagið hevur latið gjørt eitt net til limirnir við búmerkinum hjá felagnum á. Allir limir fyngu hetta net í jólagávu.

Felagið hevur havt nakrir nevndarfundir í árinum, sent fjølmiðlunum onkur tíðindaskriv og arbeiðir við at gera heimasíðu, sum næstan er liðug. Hetta fyri at gera vart við felagið, og kanska fáa onkran at rakna við, sum enn ikki er blivin limur.

Felagið hevur ein limaskara, sum telur áleið 130 limir, og í ár eru áleið 5 nýggir limir komnir.

Barbara á Tjaldrafløtti, skr.