Ársfrágreiðing 2017

Á seinasta aðalfundi, 25. februar 2017, varð tann broytingin í nevndini at Gudny Benjaminsdóttir og Eyðun Simonsen ikki ynsktu afturvæl.

Í nevndia komu ístaðin Eyðbritt Eysturstein sum limur og Sanna Andrassardóttirsum varðalimur.

Nevndin skipaði seg soleiðis:

Durid Johannesen, forkvinna
John William Joensen, næstformaður
Eyðbritt Eysturstein, peningarøkil
Sofía Jacobsen, skrivari
Jákup Lamhauge, nevndarlimur
Margretha Mortensen, varalimur
Sanna Andrassardóttir, varalimur

Limatiltøk

Vit skipaðu fyri tveimum fyriletrum um Parkinson.
Í apríl skipaðu vit fyri tiltakið á Hafnia, við Kristian Vinge neurologi og Anders Clausens, neurol. sjúkrarøktarfrøðingi.
Í oktober skipaðu vit fyri fyrilestri í MBF húsinum, við Sára Bech, neurologi, har Maria Skalum Petersen eisini luttók.

Limafundur í Suðuroy í samband við at vit vóru á ráðstevnu í Pálshøll.

Ongin jólafundur var í ár. Orkan hjá nevndini var uppi, vit raðfestu at steðga við tiltøkum frá november av. Tað var vit blandaðum kenslum, men nakað sum vit mettu var neyðugt.

Tiltøk fyri avvarðandi

Í marsmánað skipaðu fyri tveimum tiltøkum

  • fyri støk, sum hava Parkinson og fyri hjún har annar hevur Parkinson
  • fyri børn, barnabørn og vinfólki hjá fólki, sum hava Parkinson

Undirvísari var Sigrun Heldarskarð, psykoterapeutur og sjúkrarøktarfrøðingur. Evnið var ‘um lívið, tá kronisk sjúka rakar’. Hetta riggaði væl, bæði skeiðini vóru fultteknað.

Neurologiska ambulatoriið

Skipanin við neurologunum virkar. Teir báðir neurologarnir, sum taka sær av parkinson sjúklingum, koma tilsamans 6 x 2 dagar um árið. Bíðitíðin til at nýggj sleppa framat er 9 mdr. Ofta koma avboð, so sleppa tey fyrr til. Á neuro.amb. halda tey ikki, at fólk eru so ótolin at bíða, men tað vil sjálvandi verða onkur, sum heldur at tey sleppa ov sjálvdan til.

Neurologiska ambulatoriið hevur nú fingið samstarv við fysioterapiina á LS. Ætlanin var, at allir sjúklingar skuldu fáa eina viðtalu við ein fys., men enn er ongin føst mannagongd komin í gongd. Tað vísir seg sum um, at tað er tilvildarligt hvør verður ávístur.

Skipa var fyri at eitt lið vandi 4 vikur í heyst. Tað vóru 5 luttakarar í tí umfarinum, tað vóru nøkur sum takkaðu nei. Úrslitini vóru sera góð og kanningar, sum vóru gjørdar áðrenn og aftaná vístu, at allir luttakararnir betraðu sítt funktiónsstøði signifikant. Arbeitt verður við at menna hesa tænstu og vænta vit at hoyra meira um hetta í næstum.

Fysioterapi

Í NPR (Nordisk Parkinsonråd) hava vit nú eitt norðurlendsk samstarv ímillum fysioterapeutar. Endamálið er at fysioterapeutar, sum arbeiða við Parkinson og eru væl inni í sjúkuni, venjing og viðgerð, samstarva og stuðla hvørjum øðrum og luta nýggjastu og bestu vitan, so tann sjúki og teirra avvarðandi fáa bestu ráðgeving og venjing. Umboð fyri Parkinsonfelagið er Bjartur Thomsen, fysioterapeutur og kandidatur í ítrótti.

Fótarøkt

Í mai sendu vit soljóðandi skriv til Siri Stenberg, landstýriskvinnuna í Heilsumálum,

Vit vilja við hesum heita á teg taka stig til at ískoyti verður veitt til fótarøkt til fólk sum hava Parkinson, eftir sama leisti sum í Kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá statsautoriseraðum fótterapeuti, frá 13. juni 2013

Svari var at tað tíverri í løtuni ikki er fíggjarligt rúm fyri at økja um veitingarnar hjá Heilsutrugd, tí játtanarkarmurin er so tepur. Landstýriskvinnan viðurkennir, at sjúklingar við Parkisnon høvdu haft ágóðan av fótarøkt, og hevði ískoyti frá Heilsutrygd eisini komið væl við.

200 ára hald

Altjóða parkinsondagin, 11. Apríl,tá 200 ár vóru liðin síðan sjúkan fyrstu ferð var orða, vóru vit klár við 6 stuttum teknifilmum. Vit vóru við í einum samstarvi við svensku og norsku parkinsonfeløgini, sum høvdu fingið gjørt filmarnar sum skuldu vera vístir fyrstu ferð 11.apríl 2017.  Filmarnir, sum vit høvdu fingið føroyska talu til, lýsa ymisk evni um Parkinon, tað er upplýsandi bæði fyri ung sum eldri.

KVF vísti filmarnar í steðginum millum sendingarnar tað kvøldið.

Á degnum eggjaðu vit fólki til at leggja myndir út á facebook og seta merkið                  # UniteForParkinsons, og nógv so gjørdu. Hetta bleiv gjørt um allan heimin og hugaligt var at síggja stuðulin sum átakið fekk. Vit fingu afturmelding frá EPDA, sum stóð fyri átakinum, at Føroyar vóru væl umboðaðar.

Pálshøll

Aftur i 2017 skipaði Pálshøll, saman við okkum, fyri venjingarráðstevnu fyri fólk við Parkinson og teirra avvarðandi, og aftur hesaferð var tað bæði sera hugnaligt og fakliga stimbrandi. Vant var bæði í hyli og uppi á turrum.

Nordisk Parkinsonråds Årsmøte _ NPR

Norðurlendski Parkinsonfundurin var fyriskipaður av Parkinsonsamtökin og var hildin í Reykjavik. Durid Johannesen, forkvinna, John William Joensen, næstformaður og Eyðbritt Eysturstein, kassameistari umboðaðu felagið.

Tað var ein góður fundur, har vit vóru saman við fólki úr grannalondunum, sum eisini arbeiða fyri at betra um korini hjá fólki við Parkinson og teirra avvarðandi. Vit samtalaðu um hvussu og hvat vit hvør sær arbeiða við, og fingu vit góð hugskot til hvat og hvussu arbeiðast kann.

Hetta var fyrstu ferð at fysioterapeutar vóru við, ein úr hvørjum landið, 6 í alt.

European Parkinson's Disesase Asociation _ EPDA

EPDA er samtakið hjá Parkinsonfeløgunum í Europa.

Í november vóru Durid og John William í London á EPDA-ráðstevnu.

Har kom nógv áhugavert fram á fundunum eins og vit fingu gevandi samrøður við tey ymsu umboðini.

Skipað var fyri workshop, har man kundi velja seg inn á evni sum man hevði áhuga í. Vit valdu okkum inn á evnini um ‘Hjálp til sjálvhjálp’ og ‘At gera tvørfaklig viðgerðartoymi’.

Røtt var um hvussu arbeitt verður við at kunna um Parkinsonsjúkuna, at fáa tey ráaðandi í teimum ymisku londinum at betra um heilsutænastur og viðgerð.

Menning av heilsustarvsfólkið

Í ávíkavist juni og juli sendu vit tveir fysioterapeutar,

  • Anna Berg Danielsen, fysioterapeutur á ls og neuro amb.
  • Bjartur Thomsen, fysioterapeutur og umboð fyri Parkinsonfelagið í NPR

á skeið í PwR - Parkinson Wellness Recovery í Norra. Hetta er eitt nýtt slag av venjing, sum er mett vera serliga góð til fólk við Parkinson.

Í oktober mánað varð skipað fyri skeið undir heitunum ‘Skeið í parkinson sjúku - samstarv og samskipan’.

Í samstarvi millum Heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Parkinsonfelagið vóru 32 sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, ergo- og fysioterapeutar á skeiði í fimm dagar í Klaksvík.

Endamálið var at betra um vitanina um Parkinsonsjúkuna hjá heilsustarsvfólki. Luttakarar vóru frá øllum eldraøkjunum í Føroyum, frá Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Undirvísarar vóru úr Føroyum og Danmark, teir bestu á økinum. Luttakarnir søgdu seg fáa nógv burturúr, og lótu sera væl æt skeiðinum. M.a. undirvístu áðurnevndu fysioterapeutar á skeiðinum.

Stuðul

Vit søktu kommunur um fíggjarligan stuðul til virksemið felagsins. Vit eru sera takksom fyri tann stuðulin, sum kommunurnar kring landið veita okkum.

Í samband við at vit hava skipa fyri so nógvum ymiskum í ár, søktu vit fleiri feløg um stuðul og skulu tey hava stóra takk fyri veittan stuðul. Uttan teirra hjálp høvdu vit ikki kunna skipa fyri øllum hesum tiltøkunum í ár.

Vit hava eisini fingið gávur í sambandi við andlát, og fer hesin peningur í jarðarferðargrunnin, sum er eyðmerktur til gransking og at stuðla útbúgving og menning av heilsustarvsfólki, sum arbeiða við Parkinson.

Tá  Elis Poulsen hevði 65 ára føðingardag, skipaðu vinfólk og starvsfelagar hjá honum fyri einum heiðurstiltaki fyri at takka honum fyri arbeiðið, hann hevur gjørt fyri dansibandstónleikin. Í hesum sambandi fekk Parkinsonfelagið 20.000 kr.

Í samband við at Eyðun Ásason, tónleikari og sangari, skuldið fáa DBS operatión, skipaði SALT fyri stuðulskonsert í Saltsiloini á Drelnesi. Í tí sambandi stuðlaði Salt Parkinsonfelagið við 10.000 kr.

Almen kunning

Vit fáa alsamt fyrispurningar frá stovnum og røktarheimum um parkinsonsjúkuna.

Eisini fáa vit fyrispurningar  frá ungum lesandi sum gera verkætlanir um Parkinson um ymiskt viðvíkjandi sjúkuni, bæði frá fólkaskúlanum, miðnám og víðari lestri. Hetta gleðast vit um og vilja fegin vera til hjálpar.

Til tess at lætta um og betra samskiftið millum limirnar og felagið, er greitt, at neyðugt er at nýta teldupost fram um vanlig brøv. Flestu limirnir nýta teldu og alnót, og hava vit teldupostadressuna hjá meir enn helminginum av limunum. At samskifta við teldupostið lættir nógv um, er bæði skjótari og bíligari.

Heimasíðan verður javnan dagførd, og verður eisini brúkt til at hava kunning liggjandi.

Facebook er eisini ein viðkomandi kunningar- og samskiftismiðil, og hava vit ein vanga har, sum vit brúka til ymiska felagsviðkomandi kunning.

Klaksvík, tann 24.febr. 2018

Durid Johannesen
forkvinna