Ársfrágreiðing 2023

Parkinsonfelagið var stovnað 1990.

Høvuðsendamálið hjá felagnum er at upplýsa um sjúkuna, og at geva sjúklingum og teirra avvarandi høvi at koma saman til samskifti og hugna. At betra um korini hjá fólki við Parkinsonsjúku. At veita stuðul til gransking. At lutaka í norðurlendskum og europeiskum samstarvi.

Parkinsonfelagið er limur í Megd. Limirnir fá danska Parkinson Nyt 4 ferðir um árið.

Aðalfundurin er hægsti mynduleiki-so tað er nú, man kann siga sína hugsan og eisini bjóða seg fram, sum nevndarlim.

Síðani seinasta ársaðalfund, sum var í mars 23, er nevndin nakað skerd.

Nevndin í løtuni

Jóhan hevur sagt seg úr nevndini, men kann vera eykalimur. Birita ynskti eisini at gevast seinasta summar. Eykalimurin Eyðbritt hevur ynskt at sleppa burturúr.

Í løtuni eru vit:

  • Anna forkvinna
  • Harriet varaforkvinna,
  • Joy, kassameistari
  • Elisabeth skrivari

Vit mangla sostatt 1 umboð í nevndina og 1-2 eykaumboð. Tað er ein avbjóðing at sita í nevnd, um tað eru mál á skránni, sum eru krevjandi, tí vit gera hetta í okkara frítíð. Øll eru í fullum størvum til dagligt. Um onkur situr her og gjarna vil í nevnd, so er bara at siga til. Tað er ein sum hevur játtað at stilla upp-tað er Helma Maria Tróndheim. Tað eru vit sera fegin um.

Tiltøk

Okkara fyrsta tiltak í 2023 var eitt upplýsandi og hugnaligt limakvøld í Skótahúsinum í Runavík. Vit høvdu tosað um, at kunna okkara limir meira um endurvenjingina, sum er rættað til fólk við Parkinson og sum er á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tey vóru sera áhugaði í at koma og greiða frá og gjørdu vit avtalu við leiðandi fysioterapeutin Sáru Olsen og kropsterapeutin Biritu Thomsen um at koma til Runavíkar.

Tær høvdu eina sera áhugaverda framløgu um uppihaldið á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Eini 40 fólk vóru møtt og fleiri av teimum høvdu verið og roynt hesa endurvenjing og vóru væl nøgd. Fólk vóru røsk at seta spurningar og vóna vit, at fleiri fara at fáa gleði av hesum. Seinni var Harriet frá felagnum og vitjaði á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og fekk eisini innlit í hvussu eitt slíkt uppihald gongur fyri seg.

Onnur ting

Av og á eru fundir við Megd, har ting koma upp at venda, og sum man kann taka støðu til. Vit hava kontór her, saman við Heilafelagnum og Sinnisbata. Vit hava havt upp at venda, um tað hevði verið eitt hugskot, at samarbeitt um onkur ting. Hetta er enn bara ein tanki.

Í juni mánaði blivu vit kontaktaði av Heilsumálaráðnum. Tey fortaldu, at tey arbeiða við nýhugsan innan heilsutænastur í nærumhvørvinum. Tey vildu gjarna hoyra, um hvørjar tankar tey ymisku feløgini høvdu hesum viðvíkjandi.Hetta ljóðaði alt sera áhugavert, men vit hava onki hoyrt aftur frá tí.

Vit hava samarbeið við BRAGDIÐ, tá ið Tórshavn Marathon er í býnum. Tá skulu vit skaffa eini 10 vaktir og fáa vit pening fyri tað. Eisini fingu vit pening frá felagnum Treysti í Klaksvík, í samband við stuðulsrenning, sum tey skipaðu fyri, og lótu innkomna peningin til Parkinsonfelagið.

Vit hava eina heimasíðu hjá Parkinsonfelagnum, og har royna vit at leggja viðkomandi tíðindi. Hetta hjálpir JOHN WILLIAM okkum við.

NPR í Finnlandi

Áðrenn summarsteðgin skuldu vit taka støðu til, hvør av okkum kundi fara til Helsinki í Finnlandi á NPR aðalfund sum var í september mánaði.

Tíanverri bar ikki til hjá nøkrum av okkum at fara. Hetta er sera gevandi og ein fær innlit í , hvat rørir seg í grannalondunum. Tey hava øll londini, fleiri fólk í føstum størvum, sum bert taka sær av sínum feløgum. Vit avgjørdu at gera ein samandrátt av nøkrum tingum, sum vit høvdu brúkt tíð og stuðulspening til í farna ári. M.a. granskingarprojektið hjá Janu Mortensen, endurvenjingina á Suðuroyar Sjúkrahúsið, Parkinson.tlf.linjuna og Logopædstarvið á LS og Parkinson boksing, sum eisini bleiv sett í gongd í fjør.

Eisini hava vit havt Netfund við Parkinson Europe, tað hevur Jóhan verið so beinasamur at tikið sær av. Nógvir slíkir fundir vera hilnir í vanligari arbeiðstíð, so tað er ein avbjóðing hjá okkum at kunn vera við í tí.

Parkinson boksing

Undirtøkan til Parkinson boksing var nokkso góð. Tað var væl lýst á Portalum og á heimasíðuni og FB síðuni hjá felagnum. Afturmeldingarnar vóru eisini góðar. Trupuleikin er enn, at hølisviðurskiftini eru ikki tey bestu. Høgar trappir gera tað, at fólk ikki hætta sær nóg væl at verða við. Tað er spell, tí vit vita aðra staðni frá, at m.a. Parkinson boksing er ein sera góð venjing. Eg havi fyri stuttum tosað við Martin Meng, sum er venjari, og rættiliga áhugaður í at fáa Parkinson boksing upp at koyra. Hann sigur teir ferð afta á ferð hava tosað við Tórshavnar Kommunu um at bjóða onnur høli, sum eru betur hóskandi, men teir eru ikki komin á mál við tí enn.

Summarsteðgur

Aftaná summarsteðgin hava vit arbeitt við at fyrireika NPR aðalfund í Føroyum. Tað er okkara túrur nú í 2024. Tað koma eini 2 umboð frá hvørjum landi so vit verða 15-20 fólk. Vit hava bílagt gisting, við fundarhølum og eisini onkrum náttúru-upplivingum. Hendan mini ráðstevnan verður 3.4.5.sept. Í hesum sambandi verða evni viðgjørd og vit hoyra tankar frá hinum luttakarunum. Vit hava bjóðað okkara granskarum, Mariu S Petersen og Janu Mortensen at fortelja, hvar tær eru í sínum projektum. Vit gera ein saman drátt, og fortelja tykkum, okkara limum, hvat er komið burturúr. Hetta gleða vit okkum til at verða vertir fyri.

Kristian Vinge

Í okt. kontaktar Kristian Winge okkum, neurologurin í Parkinson, sum nógv av tykkum kenna. Vit høvdu netfund við hann. Hann legði upp til at man kundi bjóða sjúkrarøktar frøðingum – sum arbeiða við Parkinson-úr Dk at koma henda vegin, at undirvísa okkara sjúkrarøktarfrøðingum, so tær vóru betur fyri , at svara spurningum, og eisini føldu seg betur at vegleiga fólki, sum hava fingið Duodopa pumpu og DBS. Alt hetta má LS og tey sum varða av Medesinsku deild vera heilt við upp á. Stutta tíð aftaná hetta, sigur Kristian Winge seg úr starvi, so tað bleiv onki meira gjørt við hetta beint tá. Nevndin sendi beinanveg skriv til Medesinsku Deild, og spurdu inn til støðuna, nú ongin Neurologur var við sergrein í Parkinson. Vit søgdu við tey, at fólk vóru ørkimlaði og spurdu okkum til ráðs. Tey svaraðu heilt skjótt, at tey arbeiddu við málinum og vónaðu at fáa eina skjóta og góða loysn. Tey søgdu at ongin bleiv sleptur upp á fjall, tí tey høvdu samband við góðar læknar.

Seinast í januar fingu vit aftur skriv frá teimum, at tú høvdu tey sett ein nýggjan serlækna í Parkinson, sum kallast Jacob Geday og byrjar fyrst í mars mánaði. Tað var ikki heilt avgjørt, hvussu nógv hann kemur at vera til arb. her í Føroyum, men vit vóna, tað kanska verður ein enn betur avtala enn áður.

Limafundurin í november

Vit høvdu ein limafund afturat í ár, sum var í november. Vit høvdu bjóðað Rakul Norden, sum er Logopæd og arbeiðir á LS, at vera við á fundinum. Hon er eisini knítt at Suðuroyar sjúkrahúsið. Hon var sera skilagóð og dugdi væl at greiða frá hvussu týdningarmikið tað er at venja stemmubondini og hon gjørdi eisini nakrar venjingar við okkum øllum.

Fólk settu eisini spurningar. Góður og gevandi fundur og vit bjóðaðu rísalamande við mandlugávum. Vit vístu eisini á tey nýggju gløsini, sum kallast Drink Saver, sum er framleidd av m.a.føroyskari ungari kvinnu, sum lesur verkfrøði í Dk. Tey eru gjørd soleiðis, at hóast man er risthentur, so nýtist man ikki at stoyta.

Seinast í november bleiv skrivstovan hjá okkum gjørd nakað stórri, tvs 2 skrivstovur vóru lagdar saman. Nú eru umstøðurnar hjá okkum betur at fundast her, um vit hava tørv á tí.

Jólakalendari

Tóra við Keldu, sum er leigari á Megd, hevði fingið tað hugskotið, at øll feløgini skuldi gera eina heilsan, sum ein jólakalendara, eftirsum vit eru 24 feløg í Megd. Hetta eydnaðist sera væl. Man fekk 1 minutt í part, at gera eitt upplýsandi innslag um felagið hjá sær og evt. bjóða fólki at melda seg sum lim. Hetta var so á FB síðuni hjá Megd allan desembermánaða.

Hetta er nakað av tí vit hava fingist við seinasta árið.