Ársfrágreiðing 2011

Aðalfundurin 25 februar 2012

Árið byrjaði við at nevndin saman við øðrum fyrireikaði evnisdagar við Tove henriksen, ið er serlækni í neurologi við sergrein í parkinsonismu.

Evnisdagarnir vóru 17 og 18 februar 2011 og undirtøkan var sera góð.

Ársaðalfundurin var hildin 09-04-2011.

Kristina Vesturklett, ið hevur verið næstformaður seinastu árini segði seg úr nevndini, men játtaði at vera varalimur.
Hildibjørg Weihe segði ja til at eitt skeið afturat.

Nevndin skipaði seg seinri:

Forkvinna: Kristianna Michelsen
Næstforkvinna: Margit Hansen
Peningarøkil: Hildebjørg Weihe
Skrivari: Lis Mortensen
Varðalimur: Kristina Vesturklett

Í mai mána vóru Kristianna og Lis á fundi í NPR(nordisk parkinson råd), ið Parkinsonfelagið er limur í.

Norska parkinsonfelagið var vertur fyri fundinum, ið var hildin í Bergen.

Á fundinum var fyrilestur um LSVT, ið er ein endurvenjingarháttur innan fyri parkinson sjúku, ið bæði umfatar rørslur(stórar rørslur) og røddina.

Norska parkinsonfelagið hevur í hesum sambandi givið út eina fløgu, ið gevur vegleiðing til rørsluvenjing og til venjing av røddini.

Nakrir fysio og ergoterapeutar, ið venja parkinsonrakt hava keypt hesa fløgu gjøgnum Hildebjørg.

EPDA, ið er tað europæiska samtakið fyri parkinsonfeløg í europa hevur givið út ein bókling um eykenni við parkinsonsjúku, ið ikki fyrr hava verið so nógv frammi.

Har fyrr størsti dentur var lagdur á tey motorisku eykennini, ristingar, stívleika og seinar rørslur, leggur hesin bóklingur dent á eina røð av ikki motoriskum eykennum.

Bóklingurin er umsettur til danskt og felagið hevur keypt nøkur eintøk frá danska parkinsonfelagnum og sent hann út til limirnar.

Jólafundurin var hildin síðst í nov. Vit hugnaðu okkum við smyrjibreyði, mandlurísi, kaffi og te og øðrum góðum.

Eybjørg Hammer læs úr bókini  Læars og Annelena og var tað sera stuttligt og hugnaligt. Eisini var lottarí á skránni.

Vinarliga, Nevndin í Parkinsonfelagnum

Kristianna Michelsen forkvinna

ksm@olivant.fo