Ársfrágreiðing 2010
Parkinsonfelagið 09.04.2011
Ársfrágreiðing fyri 2010
Í 2010 fylti Parkinson felagið 20 ár.
Vit hildu føðingardagin við stórari lagkøku á aðalfundinum, men meiningin var alla tíðina at gera eitt sindur meira burturúr fyri at gera parkinsonfelagið og parkinsonsjúkuna meira sjónlig millum fólk.
Nevndin í parkinsonfelagnum gjørdi tí av at bjóða Tove Henriksen, ið er nevrologur við sergrein í parkinson til Føroyar at undirvísa fakfólki, limum og øðrum áhugaðum um parkinsonsjúkuna.
Tað bleiv so til tveir evnisdagar dagar 17-18 februar 2011.
Fyrri evnisdagurin var í Klaksvík. Hesin var ætlaður sjúkrarøktarfrøðingum, fysioterapeutum og ergoterapeutum.
Seinri dagurin var í Havn og var ætlaður limum, røktarstarvsfólkum og øðrum áhugaðum. Umleið 170 fólk vóru tilmelda og bíðilisti var, so tað má sigast at undirtøkan var góð.
Dagarnir vóru eisini sera væleyðnaðir.
Í Maj mána 2010 vóru Kristianna Michelsen og Margit Hansen í Stokholm á norðurlendskum fundi. Í hesum sambandi vóru vit á vitjan á Humlegården.
Humlegården er endurvenjingarstað fyri fleiri nevrologiskar sjúkur harímillum parkinsonsjúku. Har vóru venjingar við fysioterapeutum, ergoterapeutum og logopædum.
Nakrar komunur hava í seinastuni tikið betur hond um tað fysiurgisku og ergoterapeutisku endurvenjingina, men tann logopædiska endurvenjingin, also endurvenjingin av taluni, røddini er sera lágt prioritera, men felagiðið ætlar sær at varpa meira ljós á hetta umráðið.
Eisini arbeiðir felagið við at fáa bíðitíðina at sleppa framat hjá nevrologkonsulentunum stytri og fyri at minst ein av konsulentunum má hava sergrein innan fyri parkinsonsjúku.
Jólafundurin var sum undanfarin ár fyrst í desember mána, ca 30 limir vóru møttir og vit hugnaðu okkum við smyrjibreyði og øðrum góðum, ið hoyrir jólunum til.
Í januar var Kristianna á fundi við hinar norðurlendsku formennirnar í Keypmannahavn. Evnir til komandi norðurlendska fundin vóru viðgjørd og eisini var nógv tosa um non motorisku sjúkueyðkennini við parkinsonsjúku.
Danska felagið er í fer við at umseta tilfar um hetta og verður tað klárt einaferð seinri í summar ella heyst og tá fáa okkara limir tað sendandi saman við parkinsonblaðnum.
Nevndarvæl.
Erling simonsen, ið hevur sitið í nevndini síðan 2007 andaðist í árinum.
Kristina Vesturklett, ið hevur verið næstformaður, hevur sagt seg úr nevndini, men vil fegin verða varalimur.
Hildibjørg Weihe segði ja til at eitt skeið afturat.
Nevndin hevur skipa seg og sær soleiðis út.
Forkvinna: Kristianna Michelsen
Næstforkvinna Margit Hansen
Peningarøkil: Hildebjørg Weihe
Skrivari: Lis Mortensen
Varðalimur: Kristina Vesturklett
Fyri nevndina:
Kristianna Michelsen forkvinna