Leiðreglur fyri fysioterapiviðgerð av Parkinson sjúku
Í 2015 komu nýggjar leiðreglur fyri fysioterapiviðgerð av Parkinson sjúku. Leiðreglurnar eru ætlaðar at hjálpa fysioterapeutum at virka við støði í granskingarúrslitum og altíð at hava tørvin hjá sjúklinginum fyri eyga.
Ein partur av leiðreglunum vendir sær beinleiðis til fólk sum hava Parkinson. Hendan partin hevur Parkinsonforeningen í Danmark umsett úr enskum til danskt.
Her finnur tú leiðbeining og amboð, tú sum parkinsonrakt/ur kanst brúka til at leggja ein gerandisdag við fysiskum virkni til rættis, har dentur verður lagdur á tey mál tú sjálv/ur ert við til at seta.
Eisini er eitt "forhåndsvurderingsskema" við ymsum spurningum, tú kanst útfylla, áðrenn tú fyrstu ferð fert til fysioterapeut. Tað gevur tær og tínum avvarandi møguleika at hugsa um hvørjar trupulleikar tú vilt tosa við fysioterapeutin um.
Fysioterapeuturin brúkar upplýsingarnar til at gera sær eina ímynd av hvørjar trupulleikar tú upplivir sum teir størstu, umframt títt fysiska støðið. Hetta ger tað lættari, bæði fyri teg og fysioterapeutin, so tú fært so góða viðgerð sum møguligt.
Umsett og góðkent hava fysioterapeutarnir Finn Egeberg Nielsen og Inge Risum í samstarvi við samskiftisráðgeva Louise Hjerting Nielsen frá Parkinsonforeningen í Danmark.
http://www.parkinson.dk/sites/default/files/pdf-filer/Guidelines.pdf