Ársfrágreiðing 2012
Nevndin í parkinsonfelagnum var óbroytt aftan á aðalfundin í 2012.
Í nevndini sita
Kristianna Michelsen
Hildebjørg Weihe
Margit Hansen
Lis Mortensen
Kristina Vesturklett
Norðurlendskur fundur var í mei í keypmannahavn.
Kristianna Michelsen og Margit Hansen umboðaðu parkinsonfelagið.
21 og 22 sept. var fólkafundur í hoyvíkshøllini. MBF hevði í hesum sambandi keypt tríggjar básar, sum limafeløgini kundu deila. Parkinsonfelagið valdi at vera við í tiltakinum.
Har hevði felagið ein stóran skerm, har vit vístu tveir filmar um parkinsonsjúku, harafturat høvdu vit faldarar og persónliga kunning um sjúkuna.
Vit fingu eisini møguleika at greiða landsstýrismanninum og kvinnuni í heilsu/almannamálum frá, at tað er neyðugt at ein av ferðandi neurologunum hevur speciali í parkinsonsjúku og um tørvin av venjingum.
Hetta hevur, saman við brøvum og áheitanum, ført við sær, at vit seinri í vár skulu á fund í heilsumálaráðnum um neurologiskipanina.
Vónandi spyrst okkurt burtur úr.
Framsýningin var annars væleyðna og básurin væl vitjaður.
Vit verða helst við aftur næstu ferð.
Jólafundurin var 2dec. har umleið 30 limir samlaðust.
Vit fingu fínt smyrjibreyð og mandlurís, ið Kristina hevði gjørt.
Høvdu lottarí og annað. Sera hugnaligt.
Vónandi verða tiltøkini fleiri í komandi ári.
Fyri nevndina
Kristianna Michelsen forkvinna