Ársfrágreiðing 2015
PARKINSONFELAGIÐ _ AÐALFUNDUR 13/2-2016 _ ÁRSFRÁGREIÐNG
Á seinasta aðalfundi tók Ingibjørg Jacobsen, seg úr nevndini, eftir at hava sitið í nevndini 2013-2015. Vit takka henni fyri tíðina.
Nýggj í nevndina kom Margreth Mortensen.
Nevndin skipaði seg aftan á aðalfundin soleiðis:
Durid Johannesen, forkvinna
John William Joensen, næstformaður
Gudny Benjaminsdóttir, kassameistari
Sofía K. Jacobsen, skrivari
Jákup Lamhauge, nevndarlimur
Eyðun Simonsen, eykalimur
Margreth Mortensen eykalimur
Alt kostar, og fasta inntøkan hjá felagnum er ikki høg. So vit byrjaðu árið við at søkja kommunurnar um fíggjarligan stuðul. Sum várið leið høvdu vit fingið 23.500 krónur inn. Hetta eru vit sera takksom fyri og hava sjálvandi sent takkarskriv til tey sum stuðlaðu.
Vit hava tosað um Parkinsonfelagið skal gera ein fb-bólk. Niðurstøðan bleiv at tað krevur nógv at stýra einum slíkum forum, bæði fakliga, sosialt og tíðarliga, og meta vit ikki tíðina/løtuna vera til tað - sum nú er.
Í mars sendu vit aftur bræv til Landsjúkrahúsið, um støðuna hjá fólki við Parkinson. Vit spurdu um
- Hvat verður í løtuni gjørt fyri at betra um støðuna?
- Hava tit tosað við Kristian Winge, um hann er áhugaður í at koma fleiri dagar árliga ?
- Ella, um hann kann vísa tykkum til onkran annan við servitan í Parkinson at heita á?
Vikuna eftir at vit sendu brævið, vóru vit kontakta av føroyskum lækna sum, vegna Tove Henriksen, yvirlækna á neurologiskari deild á Bispebjerg Hospital, spurdi um hvussu hon fekk samband við ábyrgdarhavandi av viðgerðini í Føroyum. BBH ynskti at styrkja sambandi við LS, við tí í hyggju at bjóða parkinsonsjúklingum í Føroyum best møguligu viðgerð.
Í juni fingu vit svar um at tey arbeiddu við málinum. Ein neurologur var settur í partíðarstarv at vara av økinum, og LS var í samskifti við BBH um at betra tænastuna til fólk við Parkinson.
Í oktober komu so boðini frá LS um at avtala var fingin við Bispebjerg hospital, um tættari og neyvari samstarv á neurologiska økinum.
Í samband við at LS hevur betra um umstøðurnar fyri viðtalu hjá fólki við Parkinson høvdu vit fund við sjúkrahússtjóran J. í Grótinum, har hann greiddi frá um broytingarnar sum tey hava fingið í lag. Hetta var ein góður fundur, sum gevur okkum gott mót um broytingar til tað betra.
Í Februar hevði felagið 25 ára stovningardag, og hetta bleiv hátíðarhildið við veitslu 8. mai á Hotel Føroyum. Magnus Magnussen var forstandari, undirhaldari og sang fyri, meðan vinmenn hjá honum spældu undir. Teir skipaðu og spældu eisini til dans. Umleið 80 fólk vóru við til tiltakið, sum var sera væl eydna.
Norðurlendski Parkinsonfundurin var fyriskipaður av norska felagnum, og varð hann hildin á Svalbard fyrst í juni, har Gudny og Durid umboðaðu felagið. Ein góður fundur, har vit vóru saman við fólki úr grannalondunum, sum eisini arbeiða fyri at betra um korini hjá fólki við Parkinson og teirra avvarðandi. Vit samtalaðu um hvussu og hvat við hvør sær arbeiða við, og fingu vit góð hugskot til hvat og hvussu arbeiðast kann.
Parkinsonfelagið fekk lutin at vera vertur fyri Nordisk Parkinsonmøte 2016, sum verður 18. til 20. mai. Fyrireikingarnar til hetta eru í gongd.
Heimasíðan blívur javnan dagførd, og verður eisini brúkt til at hava kunning liggjandi. Har hava vit millum annað lagt yvirlit yvir, hvar parkinsonsúkklur standa og hvør er kontaktpersónur.
Vit arbeiða við at fáa eitt yvirlit yvir hvørji venjingartilboð eru í teimum ymisku økjunum. Hetta verður so lagt út á heimasíðuna. Viðvíkjandi venjing hevur tað vist seg, at fólk undir 67 ár ofta detta burturímillum um hvør hevur ábyrgd av økinum og hvør skal bjóða seg fram.
Vit brúka eisini fb síðuna sum kunning um ymiskt, sum viðkemur felagnum og parkinsonsjúkuni.
Í summar varð skriva í fjølmiðlunum um trupuleikar við at fáa ókeypis koyring til venjing. Vit hava kannað hetta og hava skrivað til serflutningstænastuna. Sum nú er, er skipanin soleiðis at man hevur bert rætt til serfluting um man ikki kann fara í bus ella taxa, man skal vera koyristólsbrúkari. Og vit fingu svar, at soleiðis eru reglurnar. Hetta venda vit aftur til.
Vit hava fingið áheitan um at skipa fyri onkrum fyri avvarðandi hjá fólki við Parkinson. Hetta bleiv til tvey skeið, eitt fyri hjún har annar hevur Parkinson og eitt fyri børn og barnabørn. Vit hava samskipa hetta við Kathrina Lindenskov Holm sálarfrøðing. Skeiðini vera í februar og mars 2016.
Vit hava havt limafundir í Klaksvík og Runavík, har nevndin greiddi frá um arbeiði viðvíkjani felgnum, og høvið var at spyrja spurningar. Veðri var ikki við okkum og tíðin gekk, vit høvdu ætlanir um Tórshavn og Suðuroy eisini, men hetta bleiv av ongum hesu ferð. Í Klaksvík greiddu Joan og John William Joensen eisini frá lívinum við og saman við Parkinson, og í Runavík greiddi Maria Skaalum Petersen frá sínari gransking.
Í ár høvdu vit bara ein jólafund. Ætlanin var at hava ein fund á Glyvrum, men tað bleiv av ongum tí veðri var so keðiligt. Fundurin var planlagdur men bleiv ongantíð lýstur. Í desember høvdu vit so ein sera hugnaligan jólafund í MBF húsinum. Vit fingu ris a’la mande og smákøkur, sungu saman, lósu jólaevangeliðið og seldu lutaseðlar. Vit vóru umleið 30 fólk.
Vit hava fingið stórfingnar gávur.
Í oktober skipaði Rebekka Olsen fyri bingo í Hvalba. Omma hennara hevur Parkinson. Rebekka ynskti at gera okkurt fyri ommuna sum kann betra um hennara vidurskifti, og segði hon: ’so hví ikki stuðla Parkinsonfelagnum?’. Hon spurdi okkum um loyvi at skipa fyri bingo til frama fyri felagið. Hetta vóru vit sera fegin um. Inn komu heilar 19.350,00 kr.
Í november skipaðu Tróndur Nolsøe o.a. fyri stuðulsdansi í Dansfrøði í Havn. Inn komu ikki minni enn 55.000,00 kr.
Parkinsonfelagið takkar fyri hjálpina. Nevndin fór suður at heilsa uppá Rebekku og Tróndi. Vit bjóðaðu til eina máltíð á hotellinum í Tvøroyri, har Tróndur handaði okkum stórfingna kekkin, og vit fingu takkað teimum báðum persónliga fyri teirra stuðulsátøk.
Í samband við at stuðulstiltøkini vóru, var tema í Sosialinum um sjúkuna Parkinson.
Vit hava eisini fingið gávur í samband við andlát.
Vit hava verið úti á stovnum og røktarheimum og greitt frá um parkinsonsjúkuna. Eisini fáa vit fysispurningar frá ungum lesandi, bæði frá fólkaskúlanum og miðnám, sum gera verkætlanir um Parkinson.
Vit eru nú byrjað at brúka teldupost. Vit hava adressuna hjá meir enn helminginum av limunum. At samskifta við teldupost lættir nógv um, er skjótari og bíligari.
Felagið hevði í 2015 99 gjaldandi limir, vit hava fingið 6 nýggjar limir seinastu tíðina.
Durid Johannesen
Forkvinna
Parkinsonfelagið