Ársfrágreiðing 2013
Á seinasta aðalfundi, ið var 23 febr. 2013 Vóru 4 nýggjir limir valdir í
nevndina.
Nevndin skipaði seg aftan á aðalfundin soleiðis.
Kristianna Michelsen forkv.
Margit Hansen varaforkv.
Gudny Benjaminsdóttir peningarøkil.
Durid Johannesen skrivari
Eyðun Simonsen nevndarlimur
Hildebjørg Weihe varalimur
Ingibjørg Jacobsen varalimur.
Sum boðað varð frá á seinasta aðalfundi, so hevði nevndin havt brævaskifti
við Heilsumálastýrið um neurologiskipanina í Føroyum, eisini nevnd
konsulentskipanin. Eisini høvdu vit fleiri ferð skrivað um tídningin av
fysioterapi og ókeypis fysioterapi og parkinsonskúla.
Parkinsonfelagið var saman við øðrum feløgum við til at skunda undir
konsulentskipanina, av tí at neurologar manglaðu í Føroyum.
Trupulleikin við hesi skipan var, at eingin av hesum neurologunum hevði
parkinson sum sergrein, og helt felagið, at tað var sera neyðugt, at minst ein
av tilreisandi neurologunum hevur sergrein í parkinsonsjúku.
Felagið hevur síðani verið á fleiri fundum við Heilsumálastýrið og við
sjúkrahúsleiðsluna, og úrslitið er so, at ein av tilreisandi neurologunum
hevur sergrein í parkinson. Hetta er sjálvandi ein góð byrjan, men bíðitíðin
er ov long og vónandi kunnu vit vera við at bøta um hetta.
Felagið tosaði eisini við sjúkrahúsleiðsluna um at betra um samskiftið
millum parkinsonrakt og neurologiska ambulatoriið. Kristianna, Gudny og
Durid hava havt fund við neurologiska ambulatoriið og úrslitið har var, at
sjúkrarøktarfrøðingurin á neurologiska ambulatoriinum ferð
á Bispebjerg neurologiska amb. at kunna seg um viðurskiftini har.
Parkinsonfelagið hevur verið við at fíggja hetta.
Felagið var eisini bjóðað á fund við Menningardepilin, í samband við at tey
høvdu ætlanir um at keyða parkinsonsúklur og plasera tær runt í landinum.
Eg veit at nakrar eru komnar og at parkinsonrakt hava gjørt brúk av
teimum.
Kristianna og Durid vóru í mai á norðurlendskum fundi í Helsinki í
Finnlandi. Hetta var samstundis ein Evropeiskur regionalfundur.
Tað gevur altíð inspiratíón at síggja hvat arbeitt verður við í øðrum londum.
Hesi feløg hava fleiri ansettar medarbeiðarar afturat tí frívilliga arbeiðnum,
ið verður gjørt. Í Føroyum hava vit bert eitt áhugafelag við óløntum fólki,
so tað er sera neyðugt at verða við í samstarvi onnur Norðurlond og tann
evropeiska felagsskapin, so leingi sum vit hava høvi til hetta.
Eitt evnið, ið dentur var lagt á á seinasta fundi var fysioterapi, endurvenjing
og avvarandi at parkinsonraktum.
Næsti norðurlendski fundurin verður hildin í Svøríki.
Parkinsonfelagið var aftur í ár við á Fólkafundinum, ið hesa ferð var í
Bamintonhøllini í Klaksvík. Vit høvdu eitt borð á básinum hjá MBF.
Jólafundurin hjá Parkinsonfelagnum var hildin fyrstu vikuna í december og
var sum vant góð uppmøting. Smyrjubreyð, rís alamande, kaffi, te og annað
gott var at hugna sær við.
Nýggja nevndin hevði sett sær fyri at fara runt um landi at halda fundir.
Men veðrið hevur ikki verið av tí besta, so tað hevur drigið eitt sindur út.
Men kortini hava fundir verið í fimm støðum. Í Skopun, í Klaksvík, í Vágunum,
í Runavík og í Havn, og hava teir verið væl vitjaðir.
11. Apríl er Altjóða Parkinsondagur og fleiri av londunum rundan um
okkum gera sera nógv burturúr. Í ár fer danska felagið at gera eina
spurnarrundu um lívskvalitet og nonmotorisk symptomir.
Í Føroyum verður dagurin hildin við stórari konsert í Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið 11 Apríl.
Hetta fyri at varpa ljós á felagið, sjúkuna, at fáa nýggjar limir og ikki minst
fyri at fáa fíggja virksemið hjá felagnum. Vónandi verður uppmøtingin góð
og neyðugt er at øll føla eitt sindur av ábyrgd at gera pr arbeiðið.
Forkvinnan Kristianna Michelsen fer á hesum aðalfundi frá sum forkvinna
og úr nevndini aftan á 8 góð ár.
Eg takki fyri meg.
Vinarliga
Kristianna