Viðtøkur

Viðtøkur fyri Parkinsonfelagið

Gr. 1 Endamál felagsins er:

  • At betra viðurskiftini hjá Parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi við
    at stuðla teimun í felag og einsæris
  • At veita upplýsing um sjúkuna, soleiðis at læknar og almenningurin fær
    innlit í viðurskiftini hjá sjúklingnum
  • At veita stuðul til gransking av Parkinsonsjúkuni
  • At luttaka í norðurlenskum og altjóða samstarvi

Gr. 2 Limir: Einstaklingar, feløg, stovnar og kommunur kunnu gerast limir.

Gr. 3 Limagjald: Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum.

Gr. 4 Undirnevndir: Nevdin kann seta undirnevndir, eitt nú upplýsingar-, lækna og nevnd av serkønum.

Gr. 5 Stýrið: Ein fimm manna nevnd við tveimun tiltakslimun stýrir felagnum og hesir verða valdir á ársaðalfundinum. Av teimun fimm nevdarlimunum eigur minst eitt umboð at vera fyri avvarðandi, eitt fyri sjúklingarnar og eitt umboð við fakligari útbúgving á økinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Formaður og kassameistari saman tekna felagið. Tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur standa fyri vali á fyrsta aðalfundi. Á næsta aðalfundi hinir tríggir nevndarlimirnir og hin tiltakslimurin.

Gr. 6 Limafundir: Skipað eigur at verða fyri minst fýra limafundum um árið.

Gr. 7 Almenn tiltøk: Skipað verður fyri einum upplýsandi tiltaki um árið.

Gr. 8 Aðalfundurin: Aðalfundurin er hægsti myndugleiki. Aðalfundurin verður hildin í februar mánaði. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið ein triðingur av limunum ella ein meiriluti av nevndini ynskja tað. Boð um aðalfund verða send limum skrivliga tríggjar vikur frammanundan, og aðalfundurin verður samstundis lýstur í føroysku fjølmiðlunum. Á sama hátt verður kallað til eykaaðalfund. Um neyðugt kunnu undantøk verða gjørd og eykaaðalfundur lýstur við styttri freist. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevdini í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er formansins atkvøða avgerandi.

Aðalfundurin viðger hesi mál:

  1. Velur orðstýrara
  2. Ársfrágreiðing felagsins
  3. Roknskapur fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar
  4. Ásetur limagjaldið fyri komandi ár
  5. Velur nevnd, tiltakslimir og grannskoðara
  6. Viðgerð arbeiðsætlan fyri komandi ár
  7. Innkomandi mál
  8. Ymiskt

Gr. 9 Roknskapurin: Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

Gr. 10 Uppskot: Uppskot til lógarbroyting í sambandi við viðtøkurnar skulu vera nevndini í hendi tvær vikur undan aðalfundinum.

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn hin 24. februar 1990, og broytt á aðalfundi 27. februar 1993.

-----

Aðalfundarsamtykt:

Jarðarferðargrunnurin:

Peningur í jarðarferðargrunninum kann einans brúkast til gransking og at stuðla útbúgving og menning av heilsustarvsfólki, sum arbeiða við Parkinson.

Soleiðis samtykt á aðalfundinum 25. februar 2017 og á aðalfundinum 13. februar 2016.

Jarðarferðargrunnurin: BankNordik kontonr. 6460-7233509