Ársfrágreiðing 2006
Felagið hevur havt fleiri fundir og fleiri tiltøk í árinum sum farið er. Felagið hevði aðalfund í februar í fjør. Formaður felagsins er Kristina Vesturklett og hinir limirnir eru Anna Maria Poulsen, næstformaður, Jana Ziska, skrivari, Hildebjørg Weihe, kassameistari og Barbara á Tjaldrafløtti. Varalimir eru Anna Berg og Gunhild Petersen, sum kom í nevndina á seinasta aðalfundi.
Parkinsonfelagið varð stovnað í februar í 1990 og hevur m.a. til endamáls:
- at betra viðurskiftini hjá parkinsonsjúklingum
- at veita upplýsing um sjúkuna
- at veita stuðul til gransking
- at luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi.
Við støði í hesum málum, hevur felagið skipað fyri fleiri tiltøkum.
16. og 17. apríl var Mej-Britt Kraglund, úr Danmark og helt fyrilestur. Maj-Britt er 40 ár og eigur trý børn. Hon er komin fram til, at gongustavar hjálpa henni sera nógv at hava ein vanligan gerandisdag. Tann fyrra dagin greiddi hon frá sínari sjúku og royndunum hon hevði við stavunum og seinna dagin lærdi hon okkum at nýta gongustavarnar. Umleið 30 fólk møttu upp. Og síðan hava stavarnir gingið “sum heitt breyð”.
Í august var sviðin Leif Ögaard, sum hevur parkinsonsjúkuna her og helt fyrilestur í Havn og í Klaksvík. Undirtøkan var góð og nógv var at frætta frá honum. Felagið hevði sett seg í samband við hann, eftir at Hildebjørg og Kristina, sum luttóku á norðurlendskum fundi vegna parkinsonfelagið í Svøríki í 2003, hoyrdu hansara sera áhugaverda fyrilestur.
Í summar royndi felagið at skipa fyri gongutúrum, har stavarnir vóru nýttir. Undirtøkan var ikki nóg góð og tí steðgaði tiltakið. Men tað kann saktans byrja aftur.
Í oktober søktu vit Klaksvíkar Sjúkrahús um at fáa atgongd til viðgerð. Vit hava ikki frætt aftur, men skilja at tey hava eina positiva støðu til hetta.
11. desember høvdu vit jólahugna og umleið 40 limir møttu upp. Jórun Simonsen greiddi frá jólahaldi í Norra og síðan var breyð og kaffi. Sjálvandi byrjaðu vit við sangi.
Felagið hevur havt fleiri nevndarfundir í árinum og sent fjølmiðlunum onkur tíðindaskriv. Hetta fyri at gera vart við felagið og kanska fáa onkran at rakna við, sum enn ikki er blivin limur.
Felagið hevur ein limaskara sum telur 130 limir.
Barbara á Tjaldrafløtti