20 september 2026
Norðurlendsku Parkinsonfeløgini – ymiskar leiðir til sama endamál

Í sambandi við teir árligu norðurlendsku Parkinsonfundirnar verður hvørt felag biðið um at gera eitt sokallað faktablað við upplýsingum um eitt nú virksemi, limatal, fígging og tænastur. Faktabløðini verða síðan brúkt sum grundarlag undir eini samanbering av Parkinsonfeløgunum í Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Í ár hevði Finnland ábyrgdina av at gera samanberingina, og Riaz Zabihian, formaður í finska Parkinsonfelagnum, legði hana fram á fundinum.

Framløgan vísti, at feløgini arbeiða undir sera ymiskum umstøðum. Tey eru ymisk í stødd og hava ymiskar fíggjarligar umstøður og sera ymiska starvsfólkaorku. Endamálið er tó í øllum førum,  at stuðla fólki við Parkinsonsjúku og avvarðandi teirra, og arbeiða fyri betri viðurskiftum.

Stórur munur á stødd og arbeiðsumstøðum

Danska Parkinsonfelagið hevur umleið 12.000 limir, 17 starvsfólk og umleið 450 sjálvboðin. Norska felagið hevur 7.000 limir, 11 starvsfólk og 50 lokal feløg. Í Svøríki eru 9.085 limir og trý starvsfólk.

Finski felagsskapurin hevur 6.801 limir og 10 fast starvsfólk. Av limunum hava 4.563 Parkinsonsjúku. Finski felagsskapurin fevnir eisini um aðrar rørslusjúkur og kann tí ikki samanberast beinleiðis við feløg, sum bara arbeiða við Parkinsonsjúku.

Parkinsonfelagið í Føroyum hevur 130 limir. Mett verður, at meira enn 200 fólk í Føroyum hava Parkinsonsjúku. Felagið hevur eingi lønt starvsfólk og verður rikið av eini seks manna nevnd, sum arbeiðir sjálvboðið.

Ymiskar styrkir hjá feløgunum

Styrkirnar hjá feløgunum síggjast best, tá ið hugt verður at, hvat tey hava at bjóða fólki við Parkinsonsjúku og avvarðandi.

Danska felagið sameinir professionella ráðgeving, skeið og endurvenjing við einum sterkum neti av økisfeløgum og lokalfeløgum. Hetta gevur limunum bæði atgongd til fakligar tænastur og møguleika fyri virksemi og felagsskapi rímiliga nær við heimið.

Svenska felagið hevur serliga styrki í sínum miðvísa arbeiði fyri betri og javnari viðgerð. Felagið arbeiðir millum annað fyri regluligari meting hjá serlækna, tvørfakligum Parkinsonstoymum og atgongd til Parkinsonsjúkrarøktarfrøðing. Dentur verður eisini lagdur á greiða kunning um viðgerð og eginumsorgan.

Í Noregi tryggja tey 50 lokalfeløgini eitt sterkt net við felagsskapi, javnlíka stuðli og tiltøkum. Felagið leggur stóran dent á endurvenjing og ParkinsonNet, eitt tvørfakligt netverk av heilsustarvsfólkum við serligari vitan um Parkinsonsjúku. Parkinson Unity Walk , ið er eitt árligt landsumfatandi tiltak, sum sameinir rørslu, felagsskap, upplýsing og innsavning, er samstundis eitt dømi um, hvussu lokal tiltøk kunnu skapa sjónligheit, savna fólk og útvega pening til virksemið.

Í Finnlandi eru tænastur í fleiri økjum í landinum. Felagsskapurin skipar millum annað fyri skeiðum, sum geva fólki við Parkinsonsjúku og avvarðandi vitan og amboð til at handfara gerandisdagin. Hann leggur eisini dent á at veita stuðul tíðliga í sjúkugongdini og laga stuðulin eftir broytandi tørvinum, so hvørt sum sjúkan mennist.

Styrkin hjá Parkinsonfelagnum í Føroyum er tann tætti og lokalt rótfesti felagsskapurin. Við limafundum, kunning, tiltøkum og beinleiðis stuðli skapar felagið eitt stað, har fólk við Parkinsonsjúku og avvarðandi kunnu hittast, luta royndir og standa saman um felags áhugamál. Felagið arbeiðir eisini fyri at varpa ljós á Parkinsonsjúku og tey viðurskifti, sum hava týdning fyri fólk við sjúkuni og teirra avvarðandi.

Ymiskar avbjóðingar

Avbjóðingarnar kunnu á sama hátt metast út frá, hvat kann avmarka stuðulin til fólk við Parkinsonsjúku og avvarðandi.

Í Danmark er avbjóðingin at varðveita javnar og støðugar tænastur í einum stórum felagsskapi við nógvum lokalum feløgum og sjálvbodnum. Ein partur av fíggingini kemur frá arvi, og henda inntøkan kann broytast nógv frá ári til ár.

Í Svøríki kann avmarkaða starvsfólkaorkan gera tað torført at fremja øll mál felagsins. Javnbjóðis atgongd til viðgerð kring landið er framvegis eitt mál og ikki ein veruleiki hjá øllum.

Í Noregi er atgongdin til serliga endurvenjing ymisk, og tørvurin á tænastum kann vaksa skjótari enn útboðið. Felagið vísir eisini á tørvin á meiri gransking og størri serkunnleika.

Í Finnlandi kann tað, at felagsskapurin fevnir um fleiri rørslusjúkur, hava við sær, at serligu tørvirnir hjá fólki við Parkinsonsjúku skulu kappast við onnur øki um uppmerksemi og tilfeingi. Virksemið er eisini í stóran mun treytað av almennum stuðli og verkætlanarstuðli.

Í Føroyum merkir vantandi lønt starvsfólkaorka, at felagið ikki kann bjóða fasta, professionella ráðgeving og aðrar serligar tænastur. Virksemið er treytað av tíðini og orkuni hjá sjálvbodnum. Vantandi almenn skráseting av fólki við Parkinsonsjúku ger tað eisini torført at fáa neyva vitan um tørvin og leggja framtíðar tænastur til rættis.

Felags endamál

Samanberingin vísir ikki á eitt einstakt felag sum tað besta. Hon vísir heldur, at feløgini hava ment ymiskar styrkir, sum hini kunnu fáa íblástur frá.

Tørvurin hjá fólki við Parkinsonsjúku broytist, so hvørt sum sjúkan mennist. Tørvurin kann fevna um kunning, ráðgeving og endurvenjing, men eisini um stuðul frá øðrum í somu støðu, sosialan felagsskap og hjálp til avvarðandi. Parkinsonfeløgini eru tí eitt týdningarmikið ískoyti til heilsu- og almannaverkið.

Samanberingin ger eisini sjónligt, at sjálvboðið arbeiði kann skapa nógv og hevur stóran týdning fyri felagsskapin. Sjálvboðið arbeiði kann tó ikki einsamalt tryggja professionella ráðgeving og aðrar fastar tænastur. Skal stuðulin til fólk við Parkinsonsjúku og avvarðandi mennast, krevur tað bæði ein sterkan felagsskap og samstarv við fakfólk og almennar myndugleikar.

20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku
19 august 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsið í heyst
15 august 2026
Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsam­felagið? - MEGD ráðstevna í Norð­urlanda­húsi­num týsdagin 29. september