Ein av framløguhaldarunum á árliga norðurlendska Parkinsonfundinum í Stockholm í 2026 var Kristin Ruud, aðalskrivari í Norges Parkinsonforbund. Hon varpaði ljós á gransking um umhvørvisviðurskifti og Parkinsonsjúku, við serligum denti á týningarevni.
Gransking hevur í fleiri ár víst á samband millum ávís týningarevni og øktan vanda fyri Parkinsonsjúku. Ein møgulig frágreiðing er ávirkanin á mitokondriurnar , t.e. orkustøðirnar í kyknunum. Tá mitokondriurnar ikki virka sum tær skulu, kunnu heilakyknurnar fáa ov lítla orku og verða skaddar.
Serligur dentur varð lagdur á týningarevnið paraquat, sum er bannað í ES, men framvegis verður brúkt í millum annað USA og pørtum av Asia. Fleiri granskingaryvirlit og meta-analysur hava víst á, at fólk, sum hava verið nógv í sambandi við paraquat, hava størri vanda fyri Parkinsonsjúku. Ein meta-analysa vísti 25 prosent størri vanda fyri Parkinsonsjúku hjá fólki, sum høvdu verið nógv í sambandi við paraquat, meðan ein onnur vísti á eitt enn sterkari samband. Granskingin staðfestir tó ikki við vissu, at paraquat beinleiðis elvir til Parkinsonsjúku.
Framløgan vísti eisini á týdningin av framhaldandi eftirliti við týningarevnum. Í Noregi vórðu 1.122 kanningar gjørdar sum partur av matvørueftirlitinum í 2024, og leivdir av týningarevnum vórðu funnar í 52 teirra. Paraquat er tó ikki partur av hesum eftirlitinum, og tí vita vit ikki, um leivdir av paraquat kunnu vera í innfluttum matvørum.
Evnið er serliga aktuelt í sambandi við eitt nýtt ES-lógaruppskot, sum kann broyta reglurnar fyri góðkenning av týningarevnum og avtaka regluligar endurmetingar av fleiri evnum. Parkinsonfeløg í Evropa hava tí víst á týdningin av, at nýggj vísindalig vitan framhaldandi verður tikin við í metingina av, hvørji týningarevni verða loyvd. Tað ber til at lesa um tað her
Til ber at lesa meira um granskingina um paraquat og Parkinsonsjúku niðanfyri:
Paraquat and Parkinson's disease: a systematic review and meta-analysis of observational studies
Paraquat exposure and Parkinson's disease: A systematic review and meta-analysis