Á norðurlendska Parkinsonfundinum í Stockholm varð uppskotið hjá ES um broytingar í reglunum fyri góðkenning av týningarevnum umrøtt. Norðurlendsku Parkinsonfeløgini vóru samd um at senda eina felags áheitan til limirnar í Evropatinginum, tí feløgini stúra fyri, at broytingarnar kunnu minka um verjuna av fólkaheilsuni. Stúranin er serliga viðkomandi í sambandi við Parkinsonsjúku, tí alsamt fleiri granskingarúrslit benda á eitt møguligt samband millum ávirkan frá týningarevnum og øktan vanda fyri Parkinsonsjúku. Samstundis kunnu ganga nógv ár frá tí, at eitt fólk verður ávirkað av týningarevnum, til sjúkan vísir seg. Niðanfyri er felags áheitanin frá norðurlendsku Parkinsonfeløgunum.
Norðurlendsku Parkinsonfeløgini stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
Góði limur í Evropatinginum
Vit skriva til tygara, tí Evropatingið í heyst skal taka støðu til Omnibus X og tær ætlaðu broytingarnar í ES-reglunum um góðkenning av týningarevnum.
Norðurlendsku Parkinsonfeløgini stúra fyri, at uppskotið fer at skerja verjuna móti týningarevnum.
ES-nevndin lýsir uppskotið sum eina fyrisitingarliga einfalding. Ein týðandi partur av uppskotinum er tó, at góðkenningar av flestu aktivum evnum í týningarevnum sum meginregla skulu vera uttan tíðaravmarking. Harvið verður skipaða og tíðarbundna endurgóðkenningin tikin burtur, sum í dag tryggjar, at góðkend aktiv evni verða endurmett við ávísum millumbilum. Hetta ørkymla noðrurlendsku Parkinsonfeløgini almikið.
Vit halda, at hetta er skeiv leið at fara.
Tað kunnu ganga nógv ár, áðrenn vit hava nøktandi vitan um, hvussu kemisk evni ávirka heilsuna hjá fólki. Summir heilsuvandar gerast ikki sjónligir fyrr enn eitt evni hevur verið í nýtslu í nógv ár. Tí hevur tað avgerandi týdning, at góðkend aktiv evni framvegis verða mett og endurmett við støði í nýggjastu vísindaligu vitanini.
Við uppskotinum verður skipaða og tíðarbundna endurgóðkenningin tikin burtur. Í staðin skulu myndugleikarnir velja, hvørji aktiv evni skulu undir fulla endurgóðkenning ella eina málrættaða endurmeting. Eftir okkara meting merkir hetta, at regluliga eftirlitið við hesum evnum verður munandi verri, og tað kann fáa avleiðingar fyri fólkaheilsuna.
Parkinson og týningarevni
Hetta er serliga álvarsamt í sambandi við Parkinsonsjúku. Tað eru alsamt fleiri vísindaligar ábendingar um eitt møguligt samband millum ávirkan frá týningarevnum og vandan fyri at fáa Parkinsonsjúku. Samstundis kunnu ganga nógv ár frá tí, at eitt fólk verður ávirkað av týningarevnum, til sjúkan vísir seg.
Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina eftirlitsskipan, sum kann taka nýggja vitan við í metingarnar og taka neyðug stig við støði í henni, eisini tá vitanin ikki kemur fram fyrr enn nógv ár eftir, at eitt aktivt evni varð góðkent.
Vit mugu ikki gera tað truplari at reagera, tá nýggj vitan um heilsuvandar kemur fram.
Vit heita á tygum sum lim í Evropatinginum um at bera so í bandi, at:
reglulig og skipað endurmeting framvegis verður ein grundleggjandi partur av ES-reglunum um týningarevni
nýggj og óheft vísindalig vitan um heilsuvandar kann føra til endurmeting av aktivum evnum, sum longu eru góðkend
varsemisreglan verður varðveitt, og verjan av fólkaheilsuni framvegis verður raðfest høgt í ES-reglunum um týningarevni.
Vit eru ikki ímóti, at ES ger reglurnar einfaldari og minkar um óneyðuga fyrisitingarliga byrðu. Men fyrisitingarligar einfaldingar mugu ikki ganga út yvir verjuna av fólkaheilsuni.
Tá tað snýr seg um týningarevni, eigur útgangsstøðið at vera einfalt. Vísir nýggj vitan, at eitt evni kann hava heilsuvanda við sær, skal ES hava eina sterka skipan, sum tryggjar, at henda vitanin verður mett, og at møguligt er at bera skjótt at.
Tí eigur Omnibus X ikki at skerja regluliga og skipaða eftirlitið við týningarevnum. Fólkaheilsan má koma fram um fyrisitingarligar einfaldingar.
Vegna norðurlendsku Parkinsonfeløgini
Parkinsonförbundet í Svøríki
Norges Parkinsonforbund í Noregi
Parkinsonforeningen í Danmark
Parkinsonliitto í Finlandi
Parkinsonfelagið í Føroyum