14 september 2026
Telefonráðgeving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen

Vit hava fingið loyvi frá danska Parkinsonforeningen at vísa føroyingum á teirra ráðgevingartænastur. Tað er ikki neyðugt at vera limur, hvørki í føroyska ella danska Parkinsonfelagnum, fyri at brúka telefontænasturnar.

Vit vita væl, at øll ikki eru líka stinn í donskum, og at tilboðið tí ikki er líka atkomiligt fyri øll. Vit vóna tó, at onkur kann fáa gagn av tí, um tørvurin ikki longu verður nøktaður aðrastaðni í føroysku skipanini.
Í nýggjari tíð hava vit ikki fingið fyrispurningar um slíka ráðgeving, so vit vita í roynd og veru ikki, hvussu stórur tørvurin er.


Nakað av tørvinum verður uttan iva longu nøktaður við tilboðnum frá neurologiska ambulatoriinum, har sjúkrarøktarfrøðingar hava telefontíð yrkadagar kl. 10.30–12.30 á tlf. 30 45 00, lokalnr. 6273 og 6274.
Harafturat ber til at fáa samband við Parkinson-sjúkrarøktarfrøðingarnar á telduposti: neuroamb@ls.fo

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku