Ein nýggj altjóða kanning varpar ljós á Parkinsonsjúku hjá yngri fólki, sokallað "early-onset" parkinsonsjúka. Kanningin vísir, at tað at fáa sjúkuna á yngri árum er vorðin munandi vanligari kring heimin seinastu 30 árini. Niðanfyri taka vit saman um høvuðsúrslitini.
At fáa Parkinsonsjúku í yngri árum hevur serligar avbjóðingar við sær. Sjúkan kann ávirka arbeiðslív, fíggjarlig viðurskifti, sambond og sálarliga heilsu á annan hátt enn hjá teimum, sum fáa diagnosuna seinni í lívinum. At vita, hvussu nógv verða rakt, er eitt týdningarmikið stig á leiðini til at málrætta gransking og tilfeingi.
Ein nýggj kanning, almannakunngjørd í npj Parkinson’s Disease, hevur kannað, hvussu vanlig early-onset Parkinsonsjúka er kring heimin, og hvussu hetta hevur broytt seg við tíðini. Granskararnir greinaðu 30 ára dátur úr eini stórari altjóða verkætlan, sum fevnir um 204 lond og øki.
Høvuðsúrslit úr kanningini:
- Talið av fólki í aldrinum 20–49 ár við Parkinsonsjúku varð meira enn tvífaldað frá 1990 til 2021.
- Talið av nýggjum tilburðum vaks úr umleið 28.000 í 1990 til umleið 81.000 í 2021.
- Talið av fólki, sum livdu við EOPD, vaks úr umleið 190.000 til næstan 484.000.
- Í meira enn 170 av teimum 204 londunum vaks títtleikin. Norðuramerika var eitt undantak, har títtleikin minkaði eitt sindur.
- Størri nýtsla av pestisidum í einum landi hevði samband við hægri títtleika av early-onset Parkinsonsjúku.
- Menn fingu staðfest early-onset parkinsonsjúku umleið 1,5 ferðir so ofta sum kvinnur.
Tað kann vera vandamikið at flokka Parkinsonsjúku sum bara eina sokallaða „eldrasjúku“. Tað er týdningarmikið eisini at hava eyga fyri sjúkuni hjá yngri fólki. Jú fyrr sjúkan verður staðfest, jú fyrr ber til at fáa viðkomandi hjálp og viðgerð. Samstundis kunnu kanningar sum henda geva vitan, ið kann nýtast til at raðfesta gransking og tænastur og á tann hátt stuðla undir betri lívsgóðsku hjá fólki, sum liva við Parkinsonsjúku.
Les meira her