16 apríl 2026
Ársfrágreiðing 2025 – Parkinsonfelagið

Eitt ár við samveru, styrki og nýggjum møguleikum fyri fólk við Parkinsonsjúku.


Parkinsonfelagið arbeiðir fyri at upplýsa um sjúkuna, styrkja samveru og samskifti millum sjúklingar og teirra avvarandi, og at betra um korini hjá fólki við Parkinsonsjúku.
Felagið stuðlar eisini gransking og luttakar í norðurlendskum og europeiskum samstarvi.
Vit eru limir í MEGD, og limirnir fáa danska blaðið Parkinson Nyt fýra ferðir um árið.
Búmerkið felagsins er ein sjekul, teknaður sum eitt P.


Hvat er hent síðani seinasta aðalfund:
Vit hava havt gott samskifti við Neurologiska Ambulatoriið, har tey siga, at støðan hjá Parkinsonraktum er betri enn nakrantíð.
Flytingin av deildini inn á Landsjúkrahúsið, B7, hevur gjørt, at sjúklingar og starvsfólk eru nærri við kollegar og kunnu lættari deila vitan.
Tey hava vitjan av neurologi í Parkinson meira enn tvær vikur um mánaðin, og samstarvið við Bispebjerg Hospital gongur væl.
Talið av Parkinsonraktum í Føroyum er nú mett til umleið 200 fólk.

Ein føroyingur fekk í fjør innopererað Duodopa‑pumpu á Bispebjerg Hospital, har starvsfólk frá LS eisini vóru við til upplæring. Hetta hevur styrkt førleikan hjá teimum at vegleiða og hjálpa við spurningum um viðgerðina.


Nevnd og virksemi
Nevndin hevur verið skerd, men vit vóna at fáa hana fullmannaða eftir ársaðalfundin.
Tey, sum hava játtað at taka eitt tørn, eru Torbjørn Bæk, Jana Mortensen og møguliga Óli Jákup Tvørfoss.

Vit hava luttikið í fleiri tiltøkum:

  • Sofaprát um Parkinson í sambandi við Landsinnsavnan hjá MEGD, har Harriet umboðaði felagið sera væl.
  • Tórshavn Marathon, har vit skaffaðu 12 vaktir og fingu umleið 6.000 kr. í stuðli.
  • Limafundur í Bátasavninum í Leirvík, við tónleiki frá Jóni Eliassen og uppleggi frá fysioterapeut Rannvá Lava Olsen um týdningin av heimavenjingum.
  • Nordiske Parkinsonråd‑aðalfundurin í Keypmannahavn, har vit greiddu frá granskingini og broytingum í heilsuøkinum.
  • Jólahugnalimafundur 26. november á MEGD, við rísalamande, jólasangi og tónleiki frá Janusi Trúgvasoni – gott 40 fólk møttust og hugnaðu sær væl.

Rehabilitering og kunning
Vit hava arbeitt fyri at reklamera Parkinson‑rehabiliteringina á Suðuroyar Sjúkrahúsi og lagt faldarar út, so fólk vita meira um tilboðið.
Í ár hava 11 fólk verið til forkanningar, og 9 pláss eru hvørja ferð – eitt gleðiligt úrslit.
Vit ætla eisini at leggja faldarar út á læknamiðstøðirnar kring landið og fáa fleiri faldarar úr Suðuroy.


Eitt felag við lívi og samveru
Vit eru fegin um, at limirnir hugna sær og práta saman, tí tað gevur styrki og nýggj hugskot.
Samskifti og samveran eru hjartað í Parkinsonfelagnum, har vit deila royndir, ráð og gleði.

13 mai 2026
Limafundur tann 16. juni 2026
20 juni 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi í viku 40 og 41 í 2026.
14 mai 2026
Rennivaktir til Tórshavn Marathon 2026
16 apríl 2026
Ársfrágreiðing 2025 – Parkinson­felagið
31 mars 2026
Parkinson Rehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi
18 mars 2026
Ársaðalfundur 2026 og nýggj nevnd
04 mars 2026
Norð­urlendsk spurnar­kanning til kvinnur við Parkinson
24 februar 2026
Àrsaðalfundur 2026