18 mars 2026
Ársaðalfundur 2026 og nýggj nevnd

Aðalfundurin varð hildin tann 14. mars í MEGD húsinum, og 18. mars varð nýggj nevnd skipað.

Umleið 30 fólk vóru møtt til árliga aðalfundin hjá felagnum, har forkvinnan, Anna Katrina Beder, og næstforkvinnan, Harriet Midjord Gordonsdóttir, stóðu fyri vali. Anna stillaði upp aftur, meðan Harriet valdi ikki at stilla upp aftur á hesum sinnið. 

Afturat Onnu, stillaðu Óli Jákup Tvørfoss, Jana Mortensen og Torbjøn Bæk upp til nevndarval, og vóru øll vald inn. 

Tann 18. mars hittist nevndin til fyrsta nevndarfund, har hon bleiv skipað. Nýggja nevndin er:

Forkvinna: Anna Katrina Beder

Næstformaður: Óli Jákup Tvørfoss

Kassameistari: Niels Dann West

Skrivari: Elisabeth Magnadóttir Nikolajsen

Nevndarlimir: Jana Mortensen og Torbjørn Bæk

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku