13 februar 2025
Venjing og heilsugóð rørsla til borgarar við Parkinson sjúku:

Hevur tú Parkinson sjúkuna og hevur hug til at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, so hevur tú nú møguleikan fyri at luttaka á Parkinsonliðnum, sum Terapideildin hjá Heilsu- og umsorgarnartænastuni skipar fyri. Tú skalt verða fólkapensjónistur, hava staðfest Parkinson sjúku og verða búsetandi í Tórshavnar Kommunu. Her umframt skalt tú megna at ganga innandura uttan gonguhjálpartól. Venjingin fer framm í hølunum hjá FIMI og eftirfylgjandi vil møguleiki verða fyri sosialari samveru og kaffi. Tað er serstakliga umráðandi fyri fólk við Parkinson sjúkuni at halda seg virknan, tí rørsla kann: - Betra um ágóðan av heilivágnum - Fyribyrgja tunglyndi - Fyribyrgja hjartaæðrasjúku - Minka um kensluna av møði og vantandi orku - Strimbra um kogniativa førleikar sum t.d at hugsa, analysera og minnast. - Varðveita og menna javnvágin og gangi førleikan - Fyribyrgja og minka um vandan fyri dysfagi ( svølgtrupulleikar) Venjingarhættir: Vit taka støði í LSVT BIG sum venjingarháttur,og sum er grundaður á rúgvismikla gransking innan Parkinson. Herumframt arbeiða vit eisini útfrá aðrari týðandi og væl grundaðum venjingarháttum. Tá veðrið loyvir tí, venja vit uttandura. Tíð og stað : Vit byrja 18.februar 2025. Vant verður tvær ferðir um vikuna. Týsdag og hósdag kl 13-14 í FIMI í Gundadali. Eitt skeið er á 16 vikur og kostar tilsamans 836 kr. Hevur hetta tín áhuga, ert tú forvitin eftir at vita meira ella hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 302000, ella skriva okkum ein teldupost heilsuhusid@torshavn.fo Vinarliga Terapideildin, H&U tænastan í Tórshavnar kommunu

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku