28 desember 2024
Kunning-Tilboðið um viðlíkahaldsvenjing hjá Almannaverkinum víðkað

Tilboðið viðlíkahaldsvenjing er nú víðkað til at fevna um allar heimabúgvandi borgarar, í aldrinum 18 ár til pensiónsaldur, við skerdum førleikum ella sjúku, ið hava ávirkan á gerandisdagin. Tilboðið inniheldur fyrsioterapeutiska og ergoterapeutiska venjing, umframt taluvenjing, sum eftir tørvi kann samskipast við deildina Samskiftismenning. Venjingin kann innihalda : Kropsliga venjing, Venjing í gerandisaktivitetinum, Kognitiva venjing, Meistring og handfaran av avbjóðandistøðum í gerandisdegnum. Viðlíkahaldsvenjing hevur til endamáls at fyribyrgja førleikamissi, fasthalda verandi førleika ella fyri at seinka sjúkugongdina. Víðlíkahaldsvenjing verður í høvuðsheitum veitt sum bólkavenjing. Umframt víðlíkahaldsvening bjóða vit framvegis endurvenjing. Mett verður í hvørjum einstøkum føri , hvat rætta tilboðið er. Umsóknarblaðið til venjing liggur á heimasíðuni av.fo undir oyðubløð. Vilja tit vita meira um venjingartilboðini inni á heimasíðuni av.fo, trýst fyrst á Tænastur so víðlíkahaldsvenjing ella endurvenjing.

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku