29 august 2024
Almennir fyrilestrar í samband við norðurlendsku parkinson ráðstevnuni

Árliga Norðurlendska Parkinson Ráðstevnan verður í ár hildin í Føroyum dagarnar 3.-5. september, har umboð koma frá parkinson feløgunum í Danmark, Noreg, Íslandi, Svøriki og Finlandi.

Í hesum sambandi fáa vit vitjan av tveimum granskarum, ið fara at hava eina framløgu í part, har almenningurin eisini er vælkomin.

Fyrsta framløgan verður 4. September kl. 09:00-10:30 kemur Maria Skaalum Petersen at greiða frá um hennara gransking undir heitinum The gut microbiome in Parkinson’s disease – results from the Faroe Islands.

Tann 5. September kl. 11:00-12:00 kemur Jana Mortensen at hava eina framløgu um hennara gransking, ið hevur heitið Non-pharmacological interventions for people with cognitive impairments following Parkinson’s disease.

Báðar framløgurnar eru á enskum.

Tað er avmarkað pláss, og neyðugt er at tekna seg til framløgurnar. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til parkinson.fo@gmail.com ella at senda eini boð til Parkinson felagið á Facebook. Seinasta freist at melda til er leygardagin 31. august 2024 kl. 12:00

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku