03 november 2021
Áheitan um samanhald og ikki lata sjúkuna sigla sín egna sjógv!

Tað kann verða nógvar orsøkir til at vit kunnu og eiga at seta spurnartekin við heilsuverkið. Men tá fólk seta spurnartekin við fakliga førleikan hjá heilsuverkinum má eg koma við eini viðmerking sum eg grundi á egnar royndir.

Tað kunnu verða nógvar orsøkir til, at vit kunnu og eiga at seta spurnartekn við heilsuverkið. Men tá fólk seta spurnartekn við fakliga førleikan hjá heilsuverkinum, má eg koma við eini viðmerking, sum eg grundi á egnar royndir.

Tað er rætt, at tað eru vansar við heilivági og vaksinum og tí er tað rætt at lurta væl eftir, tá læknin ella sjúkrasystirin greiðir frá um hjáárin í samband við viðgerð. Tað er ein tíðandi partur av fakligu arbeiðsgongdini í heilsuverkinum at greiða frá og at dokumentera hjáárin, so eingin heilivágur verður útflýggjaður frá apoteksverkinum, uttan prentaðar vegleiðingar og upplýsingar um hjáárin.

Royndir vísa at tað er neyvan nøkur viðgerð, sum er uttan avmarkingar og hjáárin, tí mannakroppurin er sera ymiskur og samansettur.

Eg havi parkinson og enn er eingin heilivágur ella vaksina, sum kann grøða ella verja móti sjúkuni.

Men læknavísindin hevur væl dokumenteraðar viðgerðir, sum muna væl í stríðnum móti parkinson. Hóast parkinsonheilivágur hevur álvarsom hjáárin, verður hann ikki nýttur á rættan hátt, er heilivágurin ein góð hjálp í gerandisdegnum hjá fólki sum dragast við hesa sjúkuna.

Fólk hava rætt til at verða tikin fyri fult í heilsuverkinum, og hvønn dag fremur læknavísindin “undurverk”, men sjálvt fremsta læknafrøðin er fullgreið yvir, at hon hevur síni mørk og sínar avbjóðingar.

Koronuvirusið hevur á so mangan hátt verið avbjóðandi fyri heilsuverkið og okkum øll – og enn er einki, sum verjir okkum 100 prosent ímóti koronuvirusinum ella parkinson.

 

Í november 2020 tók eg av tilboði frá heilsuverkinum um at fremja eina “djúpheila-skurðviðgerð” á Ríkissjúkrahúsinum. Læknarnir settu tvær elektrodir umleið átta sentimetrar inn í heilan at hjálpa heilanum at framleiða dopamin, sum er evnið sum heilin brúkar til at samskifta við.

 

Í marsmánað í ár var eg til eina test, har vit royndu hvussu væl elektrodurnar virka í heilanum. Við at sløkkja fyri streyminum til heilan í umleið 40 sekund, kundu vit eygleiða, hvussu sjúkan aftur fekk yvirtakið, og vit fingu sjón fyri søgn, hvussu munagóð og væleydnað viðgerðin er. Eisini var eyðsæð hvat hendi, um vit lótu sjúkuna sigla sín egna sjógv.

Eg havi fingið at vita at viðgerðin er ikki varandi, men hon “keypir” mær MINST tíggju ár frá sjúkuni.

 

Latið okkum ØLL taka saman hendur og standa saman við okkara heilsuverki, sum hvønn dag prógvar sítt virði í verki.

 

Saman standa vit sterk!

John William Joensen

formaður í Parkinsonfelagnum

 

Sí videoupptøku, har sjúkrarøktari í nøkur sekund sløkkir fyri streymi til heilan og letur mína sjúku sigla sín egna sjógv.

 

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet