04 september 2021
VØDDIN FYSIOTERAPI - bjóðar parkinsonvenjing

VØDDIN FYSIOTERAPI á Skála fer nú aftur at bjóða venjing til fólk við Parkinson.

Tað verður viðmælt at fólk við Parkinson fara til fysioterapeut hálva hvørt ár. Umframt hetta er sera
týdningarmikið at venja regluliga.


Tað er Anna Berg Danielsen, sum er fysioterapeutur og hevur fleiri skeiðir innan Parkinson, sum
aftur fer at hava venjingarnar.


Í Parkinson venjingini verða venjingarhættir nýttir sum eru mentir serliga til fólk við Parkinson.
Dentur verður lagdur á, at betra um kropsligu førleikarnar, so tað gerst lættari at røra seg og vera
kropsliga virkin í tí dagliga og harvið betra um lívsgóðskuna.


Fyri at rætta venjingina so væl til tann einstaka sum gjørligt verður tí byrjað við eini
byrjunarsamrøðu, har miða verður eftir at finnað útav núverandi kropsligum støði, hvørjar
avbjóðingar ein hevur og hvat mál hvør einstakur hevur og ynskir at røkka.
Møguleiki verður fyri at venja á liði í 1 tíma eina ferð ella tvær ferðir um vikuna í 8 - 10 vikur. Er
ynski um ella tørvur á einstaklingavenjing á klinikkini ella í egnum heimi, er hetta eisini ein
møguleiki.


Ætlanin er at byrja 7. sept.


Vit bjóða eisini einstaklingaviðtalu á klinikki ella í egnum heimi, har dentur verður lagdur á hvussu
vit best kunnu hjálpa, vegleiða og stuðla til ein lættari gerandisdag. Endamálið er eisini at halda
eyga við gongdini í mun til kropsligu førleikarnar, har man kann fanga møguligar nýggjar
trupulleikar longu í føðingini, so at teir ikki gerast ov stórir.

Ring til Annu á tlf. 526942 og fá nærri at vita ella fyri at melda teg til.

VØDDIN FYSIOTERAPI
Skálavegur 213 1. hædd 480 Skála

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku