24 mai 2021
Korona havt noyligar avleiðingar fyri bíðitíðina hjá fólki við parkinson

Parkinsonfelagið ásannar at tiltøk, sum eru sett í verk í samband við korona farsóttina, hava havt eina noyliga ávirkan á tænastur sum føroyska heilsuverkið veitir fólki við parkinson.

Støðulýsing:
 
 
Felagið fegnast um at neurologiin hevur verið raðfest politiskt í 2020. Parkinsonrehabilitering varð sett í verk og eitt nýtt samstarv komið í lag millum Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið soleiðis at forkanningar verða gjørdar á LS og rehabiliteringsuppihald eru á SS tvær ferðir árliga.
 
Somuleiðis er uppraðfest í neurologiska ambulatoriinum, har ein sjúkrarøktarfrøðingur afturat er settur í starv. Í neurologiska ambulatoriinum eru tey eisini farin at geva meira avanseraða parkinson viðgerð, nevnast kann pumpuviðgerð við duodopa og DBS (Deep Brain Stimulation) sum annars verður givin í Danmark.
 
Vit fegnast um at neurologiska økið er raðfest og at serlæknakonsulentar koma oftari á Landsjúkrahúsið enn áður.
 
Áðrenn korona var bíðitíðin komin niður á umleið 3 mánaðir sambært Landssjúkrahúsinum, men nú má felagið ásannað, at bíðitíðin tíverri aftur er vaksandi – og er í løtuni umleið 6 mánaðir. Sambært samskiftið sum felagið hevur havt við heilsuverkið er orsøkin m.a. tí at flogferðslan hevur verið skerd við nógvum umleggingum og konsulentarnir hava verið her í styttri tíðarskeið hvørja ferð.
 
 
Um at liva við parkinson:
 
Fólk við parkinson eru fangað í eini neurologiskari støðu, sum ikki einans ávirkar persónin sjálvan, men eisini tey ið eru um persónin, familja og onnur umsorganarfólk.
 
Fólk við parkinson hava tørv á regluligum sambandi við neurolog fyri at regulera heilivágsviðger tí sjúkan kann verða sera umskiftilig.  At bíðitíðin nú er longd er als ikki nøktandi og er til stóran ampa fyri fólk við parkinson og avvarandi.
 
Harafturat metur felagið at tørvur er á eini skipan, sum kann nøkta bráfeingistørv og støður sum uppstanda um akuttir trupuleikar taka seg upp.
 
 
 
 
Parkinsonfelagið
 
John William Joensen, formaður
Anna Katrina Beder, næstforkvinna.
Joy Ann Simonsen, kassameistari
Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari
Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur
 

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku