22 mai 2021
Góð tíðindi frá danskari granskingarverkætlan

Ein nýggj granskingarverkætlan á “Odense Universitetshospital og Syddansk Universitet” hevur spennandi úrslit at vísa á fyri framtíðar viðgerð fyri fólk við parkinson. Viðgerðin brúkar elektromagnetiskar impulser.

Í tíðindabrotinum, sum varð sent í tíðindasendingini hjá Danmarks Radio, er samrøða við Bent Ronan Jensen, sum er professari á neurologisku deild á Universitetssjúkrahúsinum í Odense, og sum hevur verið partur av granskingarverkætlanini. Eisini er samrøða við Astrid Blom, stjóra í danska parkinsonfelagnum og við Hannu Erbæk, sum hevur parkinson og sum hevur luttikið í sjálvari verkætlanini.
 
Neyvan bert tann eina viðgerin fyri Parkinson
Av tí at Parkinson er so ymiskt frá persóni til persón, verður viðgerðin/loysnin kanska ikki tann sama fyri øll. Tí hava vit tørv á eini røð av ymiskum viðgerðarhættum og tilboðum, soleiðis at vit kunnu takla støðuna hjá einstaka persóninum -tað vil siga persónlagaða viðgerð.

Hendan røðin kann hugsast at innihalda viðgerð og strategiir, sum kunnu:
- Seinka ella steðga sjúkugongdini.
- Endurskap ella umvæla skaddar heilakyknur.
- Fáa tak á ávísum sjúkueyðkennum
- Fanga (diagnostisera) Parkinson so tíðliga sum gjørligt í sjúkutilgongdini.

Hetta kann merkja viðgerðir við heilivági, heilaskurð og/ella lívsstílsbroyting, so sum at eta rætt og venja regluliga.
 
 
Les og síggj meira um spennandi granskingarverkætlanina her

15 oktober 2026
Nobelvinna­rin Anne Carson lýsir lívið við Parkinsonsjúku
21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen