28 februar 2021
Rehabiliteringsskeið fyri sjúklingar við parkinsonsjúku

Ávísingarvegleiðing til rehabilitering fyri sjúklingar við parkinsonsjúku.

Næstu tíðirnar til rehabiliteringsskeið fyri sjúklingar við parkinsonsjúku í fasu 2-3 soleiðis:

- Forkanningar tann 29. mars 2021 -> Rehabiliteringsskeið tann 12. – 23. apríl 2021
- Forkanningar tann 24. august 2021 -> Rehabiliteringsskeið uml. 6.-17 september 2021
- Forkanningar tann 26. apríl 2022 -> Rehabiliteringsskeið uml. 9.-20. mai 2022
- Forkanningar tann 30. august 2022 -> Rehabiliteringsskeið uml. 12.-23. September 202

 

Ávísingarvegleiðing
Kommunulækni ella neurologur kann ávísa sjúklingar, ið hava tørv á intensivari og tvørfakligari endurmenning á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Ávísingarfrymilin eitur “Parkinsonrehabilitering – SS” og er í talgildu heilsuskipanini Cosmic undir “Neurologi -LS”.

Hvørjir sjúklingar hava nyttu av einum uppihaldi á Suðuroyar sjúkrahúsi?

Sjúklingar við parkinsonsjúku á stigi 2-3, tað vil siga í viðlíkahaldsstiginum ella á tí kompleksa stiginum við fluktatiónum og hyperkinesium, ið hava lækkan ella byrjandi lækkan av fleiri virkisførleikum, og sum ikki longur hava nóg góð úrslit av t.d. venjing í nærumhvørvinum.

Sjúklingarnir skulu hava vilja til at verða við í allari rehabiliteringsgongdini, t.v.s.

  • fyriskipaðu venjingini og undirvísingini á Suðuroyar sjúkrahúsi
  • venjing í egnum heimi, tá skeiðið er av.

Mett verður um førleikarnar hjá sjúklingum áðrenn og eftir skeiðið.
Viðkomandi verður eisini biðin um at útfylla ymisk spurnabløð um m.a. lívsgóðsku, virkni og sjúkueyðkenni.

Tað verður mælt til, at avvarðandi luttaka í forkanningini, umframt á einum degi ta síðstu vikuna av uppihaldinum á tvær vikur.

Treytir til ávísingina er at sjúklingurin

  • hevur fingið staðfest parkinsonsjúku á stigi 2-3
  • hevur verið sjúkur longri enn trý ár
  • er í stabilari medisinskari viðgerð
  • ikki hevur aðrar sjúkur, ið skugga fyri parkinsonsjúkuni (m.a. hjarta/lunga sjúkur ella cerebralar sjúkur)
  • ikki hevur sálarlig eyðkenni og sjúkur sum t.d. hallusinatiónir, demens ella tunglyndi, ið forða fyri luttøku í venjing og undirvísing
  • (úrslit av MoCA test, í mesta lagi 6 mdr. gomul, skal fylgja við ávísingini)
  • skal vera motiveraður fyri uppihaldinum og førur fyri at taka virknan lut í bæði einstaklinga- og bólka-venjing, umframt í sosialari samveru
  • er sjálvhjálpin
  • skilir føroyskt og/ella danskt mál

Visitering

Ávísingin verður visiterað av neurologi, ið starvast á neurologisk ambulatorium á Landssjúkrahúsinum. Tá ávísingin er góðkend, fær sjúklingurin innkalling til forkanning, sum er tann endaliga visiteringin til tvørfakliga rehabilitering á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Verður ávísingin ikki góðkend, fær ávísandi lækni bræv við grundgeving fyri, hví umsóknin verður havnað.

---------

Á donskum:

Henvisningsvejledning til rehabilitering for patienter med parkinsons sygdom stadie 2-3
Kommunelæge eller neurolog kan henvise patienter, der har behov for intensiv og tværfaglig rehabilitering på Suderø Sygehus.

Henvisningsskabelonen hedder “Parkinsonrehabilitering-SS” og ligger i den digitale journal “Cosmic” under “Neurologi-LS”.

Hvilke patienter har gavn af et ophold på Suderø Sygehus?

Patienter med Parkinsons sygdom stadie 2-3, det vil sige på vedligeholdsstadie eller det komplekse stadie med fluktuationer og hyperkinesier, der oplever begyndende eller flere funktionsnedsættelser, og som ikke længere har tilstrækkelige resultater af f.eks. træning i nærmiljøet.

Patienterne skal være motiverede for at deltage i hele rehabiliteringsforløbet, det vil sige

  • deltage i den arrangerede/planlagte træning og undervisning på Suderø Sygehus
  • træning i eget hjem efter opholdet

Patientens funktionsniveau vurderes før og efter opholdet.
Patienten bliver ligeledes bedt om at udfylde forskellige spørgeskemaer om bl.a. livskvalitet, aktivitetsniveau og symptomer.

Det anbefales at en pårørende deltager i forundersøgelsen, samt en dag i den sidste uge af opholdet på to uger.

Forudsætningerne for henvisning er at patienten

  • har fået stadfæstet parkinsons sygdom stadie 2-3
  • har været syg i mere end 3år
  • er i stabil medicinsk behandling
  • ikke har andre sygdomme, der skygger for parkinson sygdommen (f.eks. hjerte/lungesygdomme eller cerebrale sygdomme)
  • ikke har psykiske træk/symptomer eller sygdomme som f.eks. hallucinationer, demens ellerdepression, som kan forhindre deltagelse i træning og undervisning
  • (resultat af MoCA test,som max må være 6 måneder gammelt, skal følge med henvisningen)
  • skal være motiveret for opholdet og i stand til at tage aktiv del i både individuel – og holdtræning, samt i socialt samvær
  • er selvhjulpen
  • forstår færøsk og/eller dansk

Visitering

Henvisningen visiteres af neurolog, der er ansat på neurologisk ambulatorium på Landssygehuset. Når henvisningen er accepteret, indkaldes patienten til forundersøgelse, som er den endelige visitering til den tværfaglige rehabilitering på Suderø Sygehus.

Bliver henvisningen ikke accepteret, modtager den henvisende læge et brev med begrundelse for hvorfor ansøgningen er afvist.

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet