30 august 2020
Nýtt endurvenjingartilboð til fólk við Parkinson

Landsstýrismaðurin setur ferð á endurvenjing

Í heyst verða fleiri nýggj endurvenjingartilboð sett á stovn innan Sjúkrahúsverkið, á teimum trimum sjúkrahúsunum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur á fíggjarlógini fyri 2020 sett eina serstaka játtan av til at menna endurvenjingina í sjúkrahúsverkinum. Eftir áheitan frá landsstýrismanninum, kom Sjúkrahúsverkið í summar við uppskotið um, hvussu játtanin best møguliga kemur einstaka sjúklinginum til góðar.

Í fleiri ár hevur verið víst á, at tørvur er á fleiri endurvenjingartilboðum í sjúkrahúsverkinum. Góða gongdin, sum annars hevur verið á sjúkrahúsunum, hevur ikki verið eins eyðsýnd innan endurvenjingina. Tað hevur havt við sær at sjúklingabólkar, sum hava havt tørv á endurvenjing, ikki hava fingið nøktandi tilboð, vegna vantandi starvsfólkaorku.

Við øktari starvsfólkaorku verða m.a. hesi endurvenjingartilboðini ment í heyst:

Endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi, í samstarvi við Landssjúkrahúsið
Eitt skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við gikt á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við krabbameini á Landssjúkrahúsinum
Menna eitt endurvenjingartilboð til sjúklingar við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini á Suðuroyar sjúkrahúsi
Eitt samskipa tilboð um talupedagogiskan stuðul til sjúklingar við apopleksi í Sjúkrahúsverkinum
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at ítøkilig úrslit nú spyrjast burturúr øktu játtanini til økið.

Landsstýrismaðurin setti tvær mió. krónur av á fíggjarlógini til nýggj endurvenjingartilboð í 2020, og arbeiðir eisini fyri at fáa játtan til endamálið í 2021, soleiðis at enn fleiri endurvenjingartilboð kunnu verða ment innan sjúkrahúsverkið.

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku