16 desember 2019
Ein jólaheilsan

Klaksvíkar Fysioterapi við Rannvu Lava Olsen og Fríhild Norðgerð Jóhannesen bjóðaðu fólkum við parkinson, ið venja hvønn týsdag og hósdag, til jólahugna í Bovling í Leirvík.

Venjingin er í hølunum hjá Íðka i Klaksvík og øll sum hava parkinson eru vælkomin.
Tað eru fólk úr Klaksvík, Leirvík, Gøtu, Fuglafirði og Skála, sum í løtuni venja og eftir venjingina hósdagin var fari til Leirvíkar har køkurin í Bovling borðreiddi við Te, Kaffi, heimagjørdari Rísalamang við heitari kirsuberjasós og karamellum.

Vit fegnast um hugnaligu samveruna og fólk við parkinson sum ynskja at luttaka eru hjartaliga vælkomin at kontakta Klaksvíkar Fysioterapi.

Øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár.
 
Heilsan

(Frá vinstru:)  Martin, Jóna, Fríhild, Dánjal, Rasmus, Elin, Hans Jákup, Julia, Jákup Andreas, Jákup, Rannvá, Malena,  John William og Súsanna.
 
 

21 september 2026
Kann Parkinsonsjúka byrja í tarmunum?
21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku