03 februar 2022
Vit byrja eitt nýtt venjingartilboð

ið er ætlað fólki við neurologiskari sjúku.

Vit fara at skipa hetta venjingartilboð sum liðvenjing, og ætlanin er at hava tvey ymisk lið, har luttakarar vera deildir út á annað liðið, alt eftir hvørjar kropsligar førleikar viðkomandi hevur. Við at gera tveir bólkar, kunnu vit betri venja fólk á teirra kropsliga støði, og harvið fáa meir burturúr hvørjari venjing.

Vit bjóða fólki úr ymsum diagnosubólkunum, ið grovum trekkum hava tørv á somu, ella líknandi venjing.

Vit bjóða limum úr:

Parkinsonfelagið
CP Føroyar
Sclerosufelagið
Heilafelagið

Vónandi taka limir tykkara væl ímóti venjingartilboðnum.
 
Staðseting
Í klinikk okkara á Niels Finsensgøta 8, 100 Tórshavn
Byrjan
Liðvenjingin byrjar í viku 8, og hvørt venjingarskeið varar í 4 vikur.
Kostnaður
Prísir svarandi til sáttmálan hjá Fysioterapeutfelag føroya og Heilsutrygd
Tilmelding
Skriva teldupost til nb@nb.fo

Vinarliga
Niklas Reginsson
Fysioterapeutur
______________
NB Fysioterapi

Niels Finsensgøta 8, 2. hædd
100 Tórshavn
Telefon: +298 308600
niklas@nb.fo
www.nb.fo

21 september 2026
Faklig ráðgeving sum stuðul og vitanarkelda
20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku
19 august 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsið í heyst