23 mai 2023
Parkinsonfelagið samstarvar við Tórshavnar Marathon 2023

Tú kanst stuðla Parkinsonfelagnum við at melda teg til sum vaktarfólk til “Tórshavn Marathon 2023”, sum verður sunnudagin tann 4. juni.

Parkinsonfelagið hevur gjørt avtalu við Tórshavnar Marathon um at skaffa 15 – 20 fólk at verða vaktir. Tey sum ynskja at stuðla Parkinsonfelagum við at gerast vaktarfólk, skulu melda seg á heimasíðuni FÍF - Online søla (atgongumerki.fo) trýst á “melda til” út fyri “Hjálparfólk til Atlantic Airways Tórshavn marathon”.
 
Parkinsonfelagið fær saman við øðrum part av tilmeldingargjaldinum.
Tórshavn Marathon 2023 – 4. juni kl. 13.00.
 
Vaktarfólk skullu verða tøk klokkan 12:45 tá vegirnir stongja. Vegirnir eru stongdir til kl. 19. Tó er ein partur sum letur uppaftur kl. 14:30. Vit hugsa okkum at vaktirnar standa uml. 2-3 tímar.
Aftaná vaktina eru øll vælkomin í Reinsaríið/Perlutorgið, til hugnaløtu, har hjálparfólk og rennarar hittast..
 
Melda til á hesari leinkjuni: TRÝST HER
 
 

20 september 2026
Norð­urlendsku Parkinsonfeløg­ini – ymiskar leiðir til sama endamál
16 september 2026
Týningarevni og Parkinsonsjúka
16 september 2026
Stúra fyri ætlanum at minka um verjuna móti týningarevnum
15 september 2026
Tá tann sum livir við Parkinson eisini er serfrøðingur
14 september 2026
Telefon­ráð­geving til føroyingar frá danska Parkinsonforeningen
30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku
19 august 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsið í heyst
15 august 2026
Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsam­felagið? - MEGD ráðstevna í Norð­urlanda­húsi­num týsdagin 29. september