24 oktober 2022
Umstøðurnar hjá fólki  við parkinson ikki nøktandi
  • Tilvildarlig savnsmynd

Tann 3. september sendi Parkinsonfelagið eitt “Hjartasuff” til leiðsluna fyri medisinska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, leiðsluna fyri Landssjúkrahúsið og Landsstýrismannin í Heilsumálum.

  
Tann 14. februar í 2022 skrivaði Landssjúkrahúsið soleiðis um støðuna:
...Tað ein sannroynd, at tænastan hjá okkum er treytað av útlendskum konsulentum. Orsakað av verandi umstøðum (Tíðarskeiðið við korona) hava onkrar konsulent vitjanir verið avlýstar. Sum heild fáa føroysku Parkinsonsjúklingarnar eina serlækna viðtalu um árið....
 
 
Í brævinum tann 3. september 2022 skrivar Parkinsonfelagið m.a. at:
 
....Tíanverri uppliva vit í Parkinsonfelagnum, at alsamt fleiri limir gera vart við, at tey hava havt neiliga uppliving av samskiftinum við neurologiska depilin. Afturvendandi trupuleikin er, at fólk ikki fáa svar upp á spurningar, og tey kenna seg “slept uppá fjall”.
 
Sum skilst, eru konsulentarnir ikki í starvi á Landsjúkrahúsinum tíðarskeiðið teir ikki eru í
Føroyum, og tá eru dømi um at fólk, sum hava ringt í telefontíð til parkinson
sjúkrasystrarnar, fáa boð at bíða í vikur eftir svari frá læknanum.
 
Parkinson er sjúka sum krevur, at sjúklingurin fær fatur á serlækna beinleiðis ella via
sjúkrasystur, tá sjúklingurin hevur átrokandi trupuleikar við sjúkuni. Tað er avmarkað, hvørja hjálp fólk við parkinson fáa frá kommunulæknavaktini, ella tá tey ringja beinleiðis til eitt av sjúkrahúsunum. Tí er samskifti millum sjúklingar og neurologiska depilin á Landssjúkrahúsinum avgerandi fyri, at fólk við parkinson kunnu kenna seg trygg, so hvørt sum broytingar eru í sjúkragongdini, ella tá akuttar støður eru - so sum hjáárin av parkinsonheilivágnum. Slíkar støður kunnu verða sera álvarsligar fyri tann einstaka, og tí er umráðandi, at tað altíð fæst samband við avvarandi lækna – so sjúklingurin fær hjálp ella svar!

Í koronatíðarskeiðinum og fram til dagin í dag, hava vit í felagnum merkt ein vøkstur í uppringingum frá limum til felagið, har fólk gera vart við, at tey “fáa ikki nøktandi svar” ella uppliva at verða sett í bíðustøðu, soleiðis at tey kenna seg sviknan av heilsuverkinum....
 
 
Tann 15. september 2022 kemur kunnandi teldupostur úr Heilsumálaráðnum:
...Víst verður til hjálagda skriv um viðurskifti á Neurologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, sum felagið hevur stílað til Landssjúkrahúsið umframt landsstýrismannin í heilsumálum.
Heilsumálaráðið hevur umrøtt málið við Landssjúkrahúsið og avtalað, at tað verður Landssjúkrahúsið, sum kemur at svara skrivinum við avriti til Heilsumálaráðið/landsstýrismannin. Heilsumálaráðið er kunnað um at Landssjúkrahúsið viðgerð málið í løtuni og fyrireikar eitt svar....
 
 
Nú vit skrivað 24. oktober
hevur Parkinsonfelagið enn einki alment svar fingið enn, men sum felagið skilir, hava arbeiðsumstøðurnar hjá teimum sum starvast á Neurologisk Ambulatorium als ikki verið optimalar. M.a. skilir felagið, at annar av parkinsonlæknunum er farin í farloyvi, uttan at Landssjúkrahúsið hevur megna at funnið avloysara. Felagið skilir eisini, at tær báðar sjúkrasystrarnar, sum taka sær av fólki við Parkinson, eru eisini bundnar við fleiri øðrum uppgávum.
 
 
Við vón um skjóta viðgerð,
 
Vegna Parkinsonfelagið,
John William Joensen, formaður
 
Anna Katrina Beder, næstforkvinna
Joy Ann Simonsen, kassameistari
Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari
Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur     

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet