27 februar 2021
VØDDIN FYSIOTERAPI á Skála fer nú at bjóða liðvenjing til fólk við Parkinson. 

Tað verður viðmælt at fólk við Parkinson fara til fysioterapeut hálva hvørt ár. Umframt hetta er týdningarmikið at venja regluliga.  Tað er Anna Berg Danielsen, sum er fysioterapeutur og hevur fleiri skeiðir innan Parkinson, sum fer at hava venjingarnar.

VØDDIN 

FYSIOTERAPI 

VØDDIN FYSIOTERAPI á Skála fer nú at bjóða liðvenjing til fólk við Parkinson. 

Tað verður viðmælt at fólk við Parkinson fara til fysioterapeut hálva hvørt ár. Umframt hetta er týdningarmikið at venja regluliga. 

Tað er Anna Berg Danielsen, sum er fysioterapeutur og hevur fleiri skeiðir innan Parkinson, sum fer at hava venjingarnar. 

Í Parkinson liðvenjingini verða venjingarhættir nýttir sum eru mentir serliga til fólk við Parkinson. Dentur verður lagdur á at betra um kropsligu førleikarnar, so tað gerst lættari at røra seg og vera kropsliga virkin í tí dagliga og harvið betra um lívsgóðskuna. Fyri at rætta venjingina so væl til tann einstaka sum gjørligt verður tí byrjað við eini byrjunarsamrøðu, har miða verður eftir at finnað útav núverandi kropsligum støði, hvørjar avbjóðingar ein hevur og hvat mál hvør einstakur hevur og ynskir at røkka. 

Liðvenjingin er 1 tíma tvær ferðir um vikuna í 10 vikur. 

Er tørvur á einstaklingaviðgerðum, er hetta eisini ein møguleiki. Her verður dentur lagdur á hvussu vit best kunnu hjálpa, vegleiða og stuðla til ein lættari gerandisdag. Endamálið er eisini at halda eyga við gongdini í mun til kropsligu førleikarnar, har man kann fanga møguligar nýggjar trupulleikar longu í føðingini, so at teir ikki gerast ov stórir. 

Ring til Annu á tlf. 526942 og fá nærri at vita. 

VØDDIN FYSIOTERAPI 

Skálavegur 213 1. hædd 480 Skála 

Tlf. 717 717 

Finn okkum eisini á facebook

 

 

18 mars 2026
Ársaðalfundur 2026 og nýggj nevnd
04 mars 2026
Norð­urlendsk spurnar­kanning til kvinnur við Parkinson
24 februar 2026
Àrsaðalfundur 2026
22 januar 2026
Ársaðalfundur 2026
13 januar 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi í mars 2026
12 januar 2026
Spurnarskema til kvinnur við Parkinson. Norð­urlensk Gransking.
12 januar 2026
Spurnarskema til kvinnur við Parkinson . Norð­urlensk Gransking
23 desember 2025
Jólini 2025✨❄️