12 oktober 2020
TÍÐINDASKRIV Rehabiliteringsskeið fyri fólk við parkinsonsjúku

Í november verður sjøtul settur á eitt slóðbrótandi tilboð í Sjúkrahúsverkinum, tá Suðuroyar sjúkrahús verður karmur um eitt intensivt og tvørfakligt rehabiliteringsskeið fyri fólk við parkinsonsjúku.

At liva við parkinsonsjúku kann verða avbjóðandi bæði kropsliga, sálarliga og sosialt. Endamálið við nýggja skeiðinum er, at tey, sum luttaka, menna sínar førleikar til mest møguligt sjálvbjargni og lívsgóðsku í gerandisdegnum.

Talan er um eitt uppihald í 14 dagar á Suðuroyar sjúkrahúsi við kropsligari venjing, terapeutiskum samrøðum og viðkomandi ráðgeving um svøvn, heilivág, kosti og annað, sum hevur týdning í gerandisdegnum. Á skeiðinum er pláss fyri átta luttakarum við parkinsonsjúku.  

Umstøðurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi eru avbera góðar til slík rehabiliteringsskeið. Á sjúkrahúsinum eru kvalifiseraði starvsfólk og pláss eru sett av á seingjardeildini til skeiðið.

Toymið er tvørfakligt og samansett av fakfólkum, sum hava holla vitan og royndir á hvør sínum øki. Tvørfakliga toymið er mannað við fysioterapeuti, ergoterapeuti, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, sosialráðgeva og kliniskum dietisti.

Um skeiðið

Í rehabiliteringstíðarskeiðinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, kemur sjúklingurin at mennast í:

handfaring av sjúkuni og pínuni
balansu og fyribyrging av óhappum
kropsrørslum og øðrum týðandi flytingum í gerandisdegnum
fyribyrging av skerdum førleikum og øðrum avmarkingum í gerandisdegnum.
Nakrar vikur áðrenn sjálvt rehabiliteringsuppihaldið á sjúkrahúsinum, skulu tey luttakandi til eina forkanning á Landssjúkrahúsinum fyri at finna út av, hvørjar avbjóðingar ávirka gerandisdagin, og at gera eina endaliga visitatión til rehabiliteringsskeiðið. Forkanningin verður gjørd saman við serlækna í neurologi.

Áðrenn skeiðið endar eftirmetir toymið saman við luttakarunum, um kósin í rehabiliteringini er røtt soleiðis, at luttakararnir sjálvi kunnu arbeiða víðari við málunum og halda fast í venjingini eftir rehabiliteringsskeiðið.

Rehabiliteringsskeiðið er laga eftir leisti, sum verður brúktur á Sano í Skælskør í Danmark. Starvsfólk í toyminum á Suðuroyar sjúkrahúsi hava verið á vitjan og sett seg inn arbeiðsháttin har. Avtalað er gjørd við fysioterapeut frá Sano, sum verður við partar av fyrsta skeiðinum á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Landssjúkarhúsið

Parkinson - faldari.pdf

01 juli 2025
Neurologiskt Ambulatoriið er flutt frá Útistovu á B7 ☺️
18 juni 2025
Parkinson­venj­ingar vælegnaðar til heimavenjing.
18 juni 2025
Limafundur var í Bátasavni­num í Leirvík 14.Juni 2025
03 juni 2025
Limafundur verður 14.juni kl.14
23 mai 2025
Video um Parkinson­felagið☺️
21 mai 2025
Landsinn­savning 2025
08 mai 2025
Hjálpar­fólk til Tórshavn Marathon
11 apríl 2025
11.apríl Altjóða Parkinsondagur