Nú er møguleiki hjá kvinnum við parkinsonsjúku at luttaka í eini norðurlendskari spurnakanning, har kvinnur úr øllum Norðanlondum eru við.
Endamálið er at savna vitan frá kvinnum, sum hava hesa sjúku, soleiðis at granskarar kunnu eyðmerkja ymisk klinisk og kynsserstøk mynstur, sum kunnu brúkast sum grundarlag undir víðari gransking, so vit betri skilja tørvin hjá kvinnum við parkinsonsjúku.
Kanningin snýr seg um avbjóðingar í sambandi við sjúkuna og viðgerðina, m.a. sjúkueyðkenni, viðgerð og møgulig hjáárin, umframt hormonell viðurskifti, serliga í sambandi við skiftisárini.
Spurnakanningin hevur upp til 80 spurningar og tekur vanliga umleið 10–15 minuttir at svara.
Tú kanst luttaka, um tú:
• ert minst 18 ár
• ert kvinna
• hevur fingið diagnosuna parkinsonsjúku
Seinasta freist at svara er hin 25 marts 2026
Leinkjan til spurnakanningina er her: Spurnarkanning
Kanningin verður gjørd av Klinikk for bevegelsesforstyrrelser og granskingareindini MPRC (Movement Disorder and Pain Research Center) í samstarvi við KISO-eindina (Women in Healthy Transition) á Københavns Universitet.
Fyri nærri kunning ber til at venda sær til Janu Mortensen á janam@setur.fo