26 mai 2023
Við Parkinsonfelagnum í Skótahúsinum í Runavík tann 17.mai.
  • Parkinson Rehabiliterings skeiðið, sum er á Suðuroyar Sjúkrahús

Skipað var fyri kunnandi fundi saman við starvsfólki á Suðuroyar Sjúkrahúsið um Rehabiliterings tilboðið til fólk við Parkinson, sum er á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Forkvinnan í Parkinsonfelagnum, Anna Katrin Beder, bjóðaði vælkomin og gav orðið til tær báðar, Sára Olsen fysioterapeutur og Birita Thomsen ergoterapeutur, sum greiddu frá hvussu tilboðinum á Suðuroyar Sjúkrahúsið til fólk við parkinson.
 
Tær greiddu m.a. frá, at ætlanin var eisini at skipað fyri serligum skeiðið fyri fólk, sum ikki eru so væl fyri at tey klára seg sjálvi, sum annars er eitt krav til skeiðini sum nú eru á skránni.
 
Í Skótahúsinum var fundarfólki óført at seta fram spurningar. So er at vóna, at tað verður tikið væl undir við skeiðinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og at nógv melda til.
 
Í løtuni eru pláss fyri átta luttakarum hvørja ferð og tað eru tvey skeið árliga. Tað fyrra er nú í viku 21 og 22 og tað seinna í septembur.
 
Fleiri vístu á at kommunulæknarnir vita ov lítið um skeiðini, og tað er sera óheppi, tí ávísingin skal til frá komunuækna til neurologin, sum so við einum toymi av fakfólki kann útgreina, um brúkarin er egnaður at fara á skeiðið.
 
Eisini bjóðaðu felagið ein góðan drekkamunn við køkum afturvið.
Prátaðið gekk væl og fólk hugnaðu sær.
 
Les meira um skeiðið á hesari slóðini TRÝST HER
 
Sí myndir
 

13 mai 2026
Limafundur tann 16. juni 2026
14 mai 2026
Rennivaktir til Tórshavn Marathon 2026
31 mars 2026
Parkinson Rehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi
18 mars 2026
Ársaðalfundur 2026 og nýggj nevnd
04 mars 2026
Norð­urlendsk spurnar­kanning til kvinnur við Parkinson
24 februar 2026
Àrsaðalfundur 2026
22 januar 2026
Ársaðalfundur 2026
13 januar 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi í mars 2026