24 mars 2023
Parkinsontoymið á Suðuroyar Sjúkrahúsi til reiðar at taka ímóti fólki við parkinson
  • Sí faldara um skeiðið fyri folk við parkinson á Suðuroyar Sjúkrahúsið - niðast í greinini. (PDF)

Forkanningar til tvey parkinson-rehabiliteringsskeið á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða 9.mai og 19. september.

Eftir ætlan verða tvey rehabiliteringsskeið fyri sjúklingar við parkinsonsjúku í fasu 2-3 á Suðuroyar Sjúkrahúsi í ár. Fyrra skeiðið byrjar 22. mai og seinna verður í heyst – endalig dagfesting er ikki ásett enn.

Forkanningardagarnir verða 9. mai og 19. septembur á neurlogiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum. Ávísingarnar skulu helst vera Neurologisk ambulatorium í hendi innan hálvan apríl og hálvan august.  

Tilvísing fæst hjá kommunulækna ella parkinsonlækna. Er talan um avloysara ella læknin ikki kennist við tilboðið á Suðuroyar Sjúkrahúsið, liggur ávísingarskabelónin í - Cosmic undir “Neurologi-LS”- sum er skipan sum kommunulæknar hava atgongd til.

Neurologur á neurologisk ambulatorium visiterar ávísingarnar.

Eru onkur ivamál, eru tit vælkomin at ringja til Sáru Olsen, leiðandi fysioterapeut á tlf. 343300 ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Teldupostur: sara@ssh.fo ella gunnbjorg@ssh.fo

Les meira í faldara (PDF) TRÝST HER

 

Hvat er rehabilitering

Sambært “Hvidbog om rehabiliteringsbegrebet” er rehabilitering ein málrættaður og tíðaravmarkaður samstarvsháttur millum sjúkling, avvarðandi og fakfólk. Dentur verður lagdur á tørvin og heildarstøðuna hjá tí einstaka sjúklinginum. Hetta er eitt tilboð til sjúklingar, ið vegna teirra avmarkaðu førleikar eru í vanda fyri at blíva skerdir í sínum kropsliga, sálarliga og/ella sosiala virksemi. Endamálið er at menna sínar førleikar til mest møguligt sjálvbjargni og at endurvinna lívsgóðskuna í gerandisdegnum.

Í rehabiliteringstíðarskeiðinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, kemur tú at mennast í:

• handfaring av sjúkuni og pínuni

• balansu og fyribyrging av óhappum

• kropsrørslum og øðrum týðandi flytingum í gerandisdegnum

• fyribyrging av skerdum førleikum og øðrum avmarkingum í gerandisdegnum.

 

08 mai 2025
Hjálpar­fólk til Tórshavn Marathon
11 apríl 2025
11.apríl Altjóða Parkinsondagur
02 apríl 2025
Ársaðalfundu­rin 14. mars
02 apríl 2025
Ársaðalfundu­rin 14. mars
28 februar 2025
Àrsaðalfundur
27 februar 2025
Fríggja­dagin tann 14.mars kl.18 hava vit Àrsaðalfund í Húsinum hjá Megd í Tórshavn-Ìslandsvegur 10 C.
13 februar 2025
Venjing og heilsugóð rørsla til borgarar við Parkinson sjúku:
28 desember 2024
Kunning-Tilboðið um viðlíkahalds­venjing hjá Almanna­verki­num víðkað