01 apríl 2023
Parkinsonfelagið stuðlar áhugaverdari føroyskari granskingar verkætlan
  • Jana Mortensen saman saman við nevndarlimum í Parkinsonfelagnum á aðalfundinum.

Á aðalfundinum hjá parkinsonfelagnum 18.mars varð avdúkað at felagið hevði latið 80.000 krónur úr Jarðarferðargrunninum til at gera eina vísindaliga grein bygda á vísinda liga bókmentaleiting innan: “ ...ikki- farmakologisk tiltøk í samband við kognitivar avbjóðingar við Parkinsonsjúku...”.

Tað eru Ása Róin, lektari og Jana Mortensen, námslektari, báðar frá Fróðskaparsetri Føroya, sum standa fyri granskingarverkætlanini. Jana segði m.a. í framløgu á aðalfundinum hjá Parkinsonfelagnum, at tørvur er á at fáa yvirlit yvir ikki-farmakologisk tiltøk til fólk við parkinson.
 
- Endamálið við hesi verkætlanini er tí at gera eitt “scoping review”, fyri miðvíst at kortleggja, hvørji tiltøk eru til fólk við parkinson við kognitivum avbjóðingum og hvussu hesi virka.“Reviev´ið” ella bókmentagjøgnumgongdin, vil geva vitan um, hvørjar evidensgrundaðar interventiónir eru kannaðar til fólk við Parkinsons sjúku og kognitivum avbjóðingum, hvørji eyðkenni tær hava og møguligan virknað
 
- Úrslitini verða miðla í viðurkendum tíðarritið og út til fólk við parkinson og avvarðandi gjøgnum Parkinsonfelagið og til sjúkrarøktarfrøðingar gjøgnum “Vøku”.
Harafturat verða úrslitini miðlað í  fakligum samanhangi, í viðkomandi granskingarbólkum og í akademiskari eftirútbúgving.
 
Bókmentagjøgnumgongdin er fyrsti partur av eini størri verkætlan, sum hevur til endamáls at avdúka, hvørjir rehabiliteringstørvir eru millum fólk við Parkinson, serliga við atliti til kognitivar avbjóðingar í gerandisdegnum.  Tann verkætlanin verður framd  í einum granskingarsamstarvi millum  Syddansk Universitet, Fróðskaparsetur Føroya og Deildini fyri Arbeiðs – og Almannaheilsu, sum við Mariu Skaalum Petersen, seniorgranskara, á odda, stendur fyri eini røð av parkinsongranskingum her í Føroyum.
 
Verkætlanin vil soleiðis  verða grundarlag undir víðari menning av bæði praksis   og gransking innan hetta økið, sum fólk, ið liva við Parkinsons sjúku og kognitivum avbjóðingum, meta hava týdning, fyri at verða før fyri at virka í gerandisdegnum.

08 mai 2025
Hjálpar­fólk til Tórshavn Marathon
11 apríl 2025
11.apríl Altjóða Parkinsondagur
02 apríl 2025
Ársaðalfundu­rin 14. mars
02 apríl 2025
Ársaðalfundu­rin 14. mars
28 februar 2025
Àrsaðalfundur
27 februar 2025
Fríggja­dagin tann 14.mars kl.18 hava vit Àrsaðalfund í Húsinum hjá Megd í Tórshavn-Ìslandsvegur 10 C.
13 februar 2025
Venjing og heilsugóð rørsla til borgarar við Parkinson sjúku:
28 desember 2024
Kunning-Tilboðið um viðlíkahalds­venjing hjá Almanna­verki­num víðkað