08 mai 2025
Hjálparfólk til Tórshavn Marathon

Aftur í ár velur Bragdið at stuðla Parkinsonfelagið í samband við Tórshavn Marathon

Seinastu árini hava vit samstarva við Bragdið um at skaffa hjálparfólk til Tórshavn Marathon. Felagið skaffar hjálparfólk, og síðani verður partur av luttøkugjaldinum latin Parkinsonfelagnum.

Tórshavn Marathon verður 1. juni, og Bragdinum tørvar hjálparfólk úti á rutuni, sum kunnu standa vakt og til at hjálpa og vegleiða rennarar. Eisini er neyðugt at ansa eftir, at koyrandi ferðsla ikki kemur inn á vegir, har runnið verður. Øll fáa neyva kunning áðrenn. Vaktirnar byrja kl. 12:45, tá vegirnir stongja. Vegirnir eru stongdir til kl. 19. Tó er ein partur, sum letur upp aftur kl. 14:30. Vaktirnar standa í uml. 2-3 tímar.

Sum sæst á myndini, hava vit gjørt okkum vestar og húgvur við búmerki felagsins til endamálið, og soleiðis eisini varpa ljós á felagið. 

Tekna teg her og sig onkrum í nevndini frá, bæði so at vit vita hvussu nógv umboð fyri Parkinsonfelagið hava teknað seg, og so at tit kunnu fáa fatur á vestum og húgvum.

19 august 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsið í heyst
15 august 2026
Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsam­felagið? - MEGD ráðstevna í Norð­urlanda­húsi­num týsdagin 29. september
20 juni 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi í viku 40 og 41 í 2026.
14 mai 2026
Rennivaktir til Tórshavn Marathon 2026
13 mai 2026
Limafundur tann 16. juni 2026
16 apríl 2026
Ársfrágreiðing 2025 – Parkinson­felagið
31 mars 2026
Parkinson Rehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi
18 mars 2026
Ársaðalfundur 2026 og nýggj nevnd