31 mars 2023
Formansskifti í Parkinsonfelagnum

Leygardagin 18. mars var aðalfundur í Parkinsonfelagnum og mikudagin skipaði nevndin seg á fyrsta nevndarfundinum.

Á jólaløtuni hjá Parkinsonfelagnum í novembermánaða boðaði formaður felagsins frá at hann av persónligum orsøkum ikki longur hevði orku til at standa á odda fyri felagnum. John William Joensen varð valdur í nevndina fyri júst nýggju árum síðan og síðan 2021 hevur hann verið formaður.
 
Á aðalfundinum boðaði kassameistari felagsins, Joy Ann Simonsen, somuleiðis frá at hon av persónligum orsøkum ynskti at sleppa úr nevndini. Joy hevur verið virkin nevndarlimur í fimm ár hjá Parkinsonfelagnum.
 
Aðalfundur felagsins, sum var í MEGD húsinum leygardagin tann 18. mars, valdi nýggja nevnd og á fyrsta nevndarfundinum mikukvøldi skipaði nýggja nevdin seg soleiðis:
 


Anna Katrina Beder, forkvinna,
Tlf. 217590
Annabeder@gmail.com
 
Harriet Midjord Gordonsdóttir, næstforkvinna,
Tlf. 227469
Harrietmidjord@hotmail.com
 
Jóhan Eliasen, kassameistari,
grindabod@hotmail.com
 
Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari,
elisabeth.simonsen@hotmail.com
 
Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur
 
Joy Ann Simonsen, tiltakslimur
Eyðbritt Eyðsturstein, tiltakslimur
 

08 mai 2025
Hjálpar­fólk til Tórshavn Marathon
11 apríl 2025
11.apríl Altjóða Parkinsondagur
02 apríl 2025
Ársaðalfundu­rin 14. mars
02 apríl 2025
Ársaðalfundu­rin 14. mars
28 februar 2025
Àrsaðalfundur
27 februar 2025
Fríggja­dagin tann 14.mars kl.18 hava vit Àrsaðalfund í Húsinum hjá Megd í Tórshavn-Ìslandsvegur 10 C.
13 februar 2025
Venjing og heilsugóð rørsla til borgarar við Parkinson sjúku:
28 desember 2024
Kunning-Tilboðið um viðlíkahalds­venjing hjá Almanna­verki­num víðkað