26 august 2021
Parkinsonvenjing í Tórshavnar Kommunu

Hvønn mikudag og fríggjadag er venjing í Badmintonhøllini í Gundadali. Har venja tilsamans umleið 110 fólk.  Aftaná venjingina er møguleiki fyri at fáa ein drekkamunn og eitt gott prát.

TÍÐINDASKRIV FRÁ TÓRSHAVNAR KOMMUNU:

Her er venjingarskráin hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu
Heilsu- og umsorganartænastan skipar fyri alskyns venjingum til fólkapensionistar í Tórshavnar kommunu. Venjingartilboðini eru ymisk fyri best møguligt at røkka tørvinum hjá tí einstaka.

Skráin fyri seinnu hálvu í 2021 er um at verða liðug. Venjingartilboðini, sum Heilsu- og umsorganartænastan skipar fyri, eru hesi:

Í Tilhaldinum í Tórsgøtu verður skipað fyri venjing dagliga, har eru lið fyri kvinnur og fyri menn. Eisini er møguleiki hjá fólkapensiónistum at venja sjálvi í venjingarhølinunum, sum eru á fyrstu hædSama slag av venjing, sum er í Badmintonhøllini, er eisini týsdag og hósdag í fimleikarhøllini í Kollafirði, og í næstum verður eisini skipað fyri líknandi venjing í Nólsoy.

í Fimi byrjar venjingin aftur í komandi viku. Venjingin er hvønn týsdag og hósdag. Á hvørjum liði eru 24 fólk, og dentur verður eisini lagdur á sosiala samveru aftaná venjingina. Eftir ætlan verður eitt lið afturat í Fimi soleiðis, at tað framyvir eru tvey lið, sum venja í Fimi.

Týsdag og hósdag er Open Gym venjing í Burn. Hetta tilboð hevur verið sera vælumtókt og í løtuni eru eini 150 fólkapensionistar knýttir at tilboðnum. Til ber at venja saman við fysioterapeuti eitt avmarkað tíðarskeið, og síðan kann ein halda fram at venja sjálvur.

Endurvenjingarliðini eru somuleiðis byrjað aftur. 8 fólk venja á hvørjum liði – tvey lið eru longu byrjað aftur og eitt lið byrjar aftrat umleið 1. september. Hesi liðini venja á Boðanesheiminum.

Eisini venjingartilboð eru til einstaklingar í egnum heimi, tá tørvur er á tí. Hetta er ofta sum ein byrjan til borgarin gerst betur fyri, og kann halda fram við venjingini á liði, sum hóskar til tørvin hjá viðkomandi.

 

PARKINSON

Eisini serliðini fara í gongd aftur í september, og tey fyrstu sum byrja eru fólkapensionistar, sum eru raktir av parkinsonsjúku. Tilboðið er eitt tvørfakligt tilboð við bæði ergoterapeuti og fysioterapeuti.

Parkinsonliðið fer í heyst at venja tvær ferðir um vikuna í stásiligu og vælútgjørdu fysio- og ergoterapi-hølunum í nýggja umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum Urd í Hoyvík.

Parkinsonliðið byrjar venjingina í viku 37, tað vil siga hálvan september, og tað ber til at melda seg til liðið við at seta seg í samband við leiðaran fyri fysioterapeuttoymið Jákup Petur Eliassen á tlf 793145, teldupost: jakupp@torshavn.fo ella við leiðaran fyri ergoterapeuttoymið, Katrin Jespersen, tlf 793134, katrinj@torshavn.fo ella Heilsuhúsið á tlf 302000 innan 1. September.

Kostnaður fyri hesa venjingina er 200 kr. um mánaðin.

 

Rehabiliteringslið byrjar venjingar seinni í september, sum eisini verður í Urd í Hoyvík.

Eitt nýtt venjingarlið til fólk við demenssjúku verður í næstum í nýggju venjingarhølunum á demensdeplinum á Tjarnargarði. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Um ein vil vita meira um einstøku tilboðini, ber til at lesa á heimasíðuni www.torshavn.fo, at seta seg í samband við  leiðandi terapeutarnar, ella at støkka inn á gólvið í Tilhaldinum í Tórsgøtu.

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet