07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi

Parkinsonfelagið hevði ársaðalfund tann 2.mars 2024 og m.a. greiddi Anna Katrina Beder, forkvinna felagsins frá, at tað kom sera illa við tá parkinsonlæknin, Kristian Winge, segði seg úr starvi.

Møtt vóru eini 50 fólk til aðalfndin sum var í MEGD húsinum.
 
Borðreitt varð við smurdum breyði við føroyskum viðskera og te og kaffi-seinni eisini góðari køku.
 
Durid Johannesen var so beinasom, at vera orðstýrari.
 
Ársfrágreiðing varð lisin av forkvinnuni og síðani fylgt skránni.
 
Val av nýggjum nevndarlimum. Helma Maria Tróndheim kom inn sum nevndarlimur og Anna Kristin Bæk og Sunneva Bæk sum eykalimir.
Vit bjóða teimum vælkomnar í nevndina.  Vit hava ikki skipað okkum í nevndini enn.
 
Ongi innkomin mál.
 
Undir ymiskt :
Sigrid Vitt hevði eina umbøn um, at fáa starvsfólk úr Parkinson-toymi í Danmark til Føroyar, at undirvísa starvsfólki her, sum arbeiða við Parkinson til dagligt. 
 
Sum sagt í ársfrágreiðingini, so hevur Landsjúkrahúsið sett nýggjan Neurolog í Parkinson sum byrjaði 1. mars. kallast Jakob Geday og er úr Danmark. Vit vita ikki  enn, hvussu nógv hann verður í Føroyum. 
 
LES FORMANNSFRÁGREIÐINGINA - TRÝST HER

30 august 2026
Alsamt fleiri yngri fólk liva við Parkinsonsjúku
19 august 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsið í heyst
15 august 2026
Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsam­felagið? - MEGD ráðstevna í Norð­urlanda­húsi­num týsdagin 29. september
20 juni 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi í viku 40 og 41 í 2026.
14 mai 2026
Rennivaktir til Tórshavn Marathon 2026
13 mai 2026
Limafundur tann 16. juni 2026
16 apríl 2026
Ársfrágreiðing 2025 – Parkinson­felagið
31 mars 2026
Parkinson Rehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi