22 oktober 2023
Yvirmedisinering – ein vaksandi trupulleiki

Polypharmacy – at taka fimm+ sløg av heilivág í senn – gevur hjáárin. Óneyðugar innleggingar og ov tíðliga deyða. Granskarar og farmaceutar royna at finna eina loysn uppá henda álvarsama heilsuvandan, sum rakar tey eldru.

-

Helen Santoro er ein vísindaligur journalistur í Gunnison Colorado, ið skrivar um heilsu, heilivág, neurovísind, umhvørvi og LGBTQ felagsskapir.
-


Tá ið Omma mín Carol Mitchell fekk staðfest Parkinson's í 2010, sum 72 ára gomul, fekk hon fyriskrivað ein heilivág, ið kallast carbidopa/levodopa. Hon tók hesa lítlu avlongu tablett, fýra ferðir um dagin – klokkan 7, 11, 15 og 19.
Í árunum, sum fylgdu, skrivaðu læknar út steroidkrem móti húðtrupulleikum og heilivág móti tunglyndi, sjóverki, angist, bróstsviða, og bróstkrabba.


"Eg fór inn í kamarið hjá henni, og har vóru gløs við heilivági allastaðni” sigur Elizabeth Mitchell, dóttir Carol og mamma mín.
"Eg googlaði, fyri at vita, hvat ið tað var fyri heilivágur"


Hjá Carol, sum nú er 82 ára gomul, er tað stravið at halda skil á, og taka heilivág, tá ið hon skal.
 
"Eg ynski ikki, at taka heilivág á handa hátt, eg haldi, tað er alt ov nógv" sigur hon.
"Tú kanst ikki fara heimanífrá, tá tú skalt taka allan handa heilivágin." 

Tað kom ofta fyri, at hon ikki tók tann heilivágin, sum var fyriskrivaður – og hetta hevði við sær, at sjúkraeyðkenni, so sum ristingar, stívheit og trupulleikar við talu og at ganga komu aftur ella versnaðu. Eisini hevur hon verið fýra ferðir á skaðastovuni, og verið innløgd tvær ferðir.

Fyri at gera tað lættari at minnast tann týðandi Parkinson heilivágin, skjeyt Elizabeth upp, at mamman, í samráð við læknan, gavst at taka so nógvan ymiskan heilivág. Í dag tekur Mitchell bara Parkinsonheilivágin.
"Eg havi tað nógv betri, nú eg taki minni av heilivági", sigur hon. 
 
Elizabeth sigur, at nú tekur mamman nógv regluligari carbidopa/levodopa og til røttu tíð, og heldur hetta ger at hon ikki ikki hevur tørv á at fara á sjúkrahús longur. Hjá nógvum tilkomnum sjúklingum er tó ikki so lætt at minka um heilivágin.

Hugtakið polyfarmasi 
verður ofta nýtt um sjúklingar, sum taka fimm ella fleiri sløg av heilivági. Hetta kemur oftari fyri, so hvørt sum livialdurin í heiminum veksur. Tey eldru taka ikki bara meiri heilivág, men eru í størri vanda fyri at fáa álvarslig hjáárin, tí tað gerst verri hjá livrini at brenna og reinsa heilivágin úr blóðrenslinum. Vandin gerst eisini størri, tí tey ymsu sløgini av heilivági kunnu mótarbeiða hvør øðrum. Eisini vísir ein greining frá 2020 í "Annual Review of Pharmacology and Toxicology" at upp móti helvtini av sjúklingunum, ikki taka tann heilivágin, sum fyriskrivaður er.

WHO sær Polyfarmasi sum eina stóra hóttan móti almennu heilsuni, og sum orsøk til milliónir av innleggingum og milliardir í óneyðugum útreiðslum í heilsuverkinum. Granskarar og farmaceutar arbeiða uppá, at finna eina loysn uppá henda trupulleika.


Hetta er torført, ikki minst tí innan heilsu-vísindi, verður ikki undirvíst í hvussu vit kunnu minka um nýtsluna av heilivági.
 
" Hugt verður ikki eftir fyrimunum og vansum við nýtslu av heilivági yvir longri tíð", sigur Tobias Dreischulte, kliniskur farmaceutur á Ludeig Maximilian Universitetinum i Týsklandi, og ein av rithøvundunum á blaðnum "Annual Review".

Tað er gjørligt, sigur Dreischulte. Hann hevur gjørt eina kanning á Universitetinum í Dundee í Skotlandi, og er partur av einum arbeiðsbólki, ið hevur útgivið eina røð av leiðreglum, fyri at hjálpa læknum og heiliráðfrøðingum at minka nýtsluna av óneyðugum og møguliga vandamiklum heilivági. Síðan hesar leiðreglur komu út, er mongdin av avlops- og vandamiklum heilivág minkað.

Spurningurin er, um hetta kann nýtast i øðrum londum í ES og runt heimin.

"Tað hevur ikki nakrantíð verið mælt til ella verið nøkur vegleiðing í hvussu ein gevast við heilivág" sigur Emily Reeve, ein granskari og farmaceutur á University of South Australia í Adelaide, sum hevur granska mátar at minka um ávirkan av polyfarmasi hjá tilkomnum sjúklingum í seinasta áratíggju.

"Hvussu kunnu vit gera tað soleiðis, at tað at gevast við heilivág - eisini verður partur av vanligu viðgerðini?"


Eitt Heilsuverk, bergtikið av heilivág
Mongdin av fólki yvir 65 ár vaks um allan heimin. Í Stóra Bretlandi vanta tey, at talið framm til ár 2068, fer at vaksa við 67% ella 8,2 milliónir menniskju. Hetta svarar til talið á teimum, ið búgva í London í dag. Í USA vanta tey, at hetta talið hækkar við umleið 81% ella 42,3 milliónir menniskju frá 2018-2060. Tá fólk eldast, gerast sjúkur, sum Osteoporose, cardiovaskulerar sjúkur og krabbamein meiri vanligar, og fyri heilsuverkini er mátin at viðgera hesar sjúkur, at skriva út heilivág. Sambært the Lown Institute, ein granskingarstovnur taka 42% av øllum eldri í USA fimm ella fleiri sløg av heilivág dagliga. Næstan 20% taka 10 sløg ella meira, og tey seinastu 20 árini er hetta talið trífaldað.
Medisinalindustriin kann við profit-modellini, fáa læknar, at skriva út meiri heilivág, vísir ein kanning gjørd av newsroom ProPublica. Tey vísa á, at læknar ið fáa vinning av at skriva út eitt slag av heilivág, skriva oftari henda heilivágin, enn læknar ið ikki fáa vinning av hesum. Í 2015 fingu umleið 50% av læknunum í USA útgjald frá medisinfyritøkum. Í alt 2,4 milliardir dollarar.


Hetta verur ikki uppdaga, tí serlækni bert hevur fokus á "sítt" øki, sigur Grace Lu-Yao, serlækni í krabbamein á Thomas Jefferson University í Philadelphia. Nógvar sjúklingar, eisini krabbasjúk, hava ikki ein lækna ið kann hjálpa teimum, at síggja heildina, og "Hvør skal tá hjálp teimum, at síggja um tað eru hjáárin av heilivág, og hjálpa teimum at gevast við heilivág?

Tað kann í summum førum vera neyðugt, at skriva út fleiri sløg av heilivág, t.d. Um ein hevur haft ein hjartatilburð kann tað vera d við eitt slag heilivág til at lækka kolesterol, eitt slag til at lækka blóðtrýst og eitt ið tynnir blóðið fyri at fora fyri blóðtøppum. Men tá ið vandin fyri at sjúklingurin gert sjúkari av heilivágnum er størri enn møguleikin fyri at tað hjálpir, er tað at seta lívið hjá sjúklinginum í váða. Dagliga enda 750 eldri á sjúkrahúsinum vegna hjáárin av heilivág, tað kann vera fall, ovurviðkvæmi ella bløðingar innan. Við hvørt heilivág ið verur útskrivað, hækkar vandin fyri, at heilivágin mótarbeiða hvørt annað við 7-10%
Alt systemið er skeivt samansett, sigur Lu Yao. Ein kanning ið var útgivin í Mars í fjør har tey kannaðu sjúklingar við prostatakrabba, lunga og bróstkrabba, og funnu at sjúklingar við prostatakrabba, ið tóku færri enn 5 sløg av heilivág í mun til tey ið tóku 5-9, 10-14 og fleiri enn 15 sløg, høvdu 42%, 75% og 114% fleiri innleggingar eftir kemoterapi. Sama var galdandi fyri sjúklingar við bróst og lungakrabba.(Bólkurin ið tók meiri heilivág var ikki verri fyri áðrenn kemoterapi, enn tey ið tóku færri sløg; sæð út frá, 6 mðr áðrenn kemo).

Um hetta heldur áfram, vera vantandi 150.000 ið doyggja ov tíðliga í tey næstu 10 árini smb. Lown Institute og tað fer at vera grundin til 4.6 mió. innleggingum í USA millum 2020-2030, og hetta kostar uml. 62 mia. dollarar, verður spáa.


Gera tað lættari at avskriva
At arbeiða fyri at fáa eitt heilsuverk, sum fremur eina meiri skilagóða nýtslu, og avskriving av heilivág, er sera torført, sigur Reeve, men sjúklingarnir eru fús at royna. Ein kanning, sum Reeve og starvsfelagar hennara gjørdu í 1998, vísti at 92% av eldru sjúklingum vildu fegin gevast við eitt ella fleiri av teimum heilivágum, tey taka, um læknin sigur at tað er í lagi. Nógvir læknar mangla vitan um, hvussu hetta kann gerast uppá ein tryggan máta. Tað eru einkult sløg av heilivág, ið hava vegleiðing fyri hvussu man tekur seg úr viðger. Har finst eisini eitt elektronisk amboð, MedSafer, ið kann vegleiða læknar og apotekarar, men hetta hevur ikki verið effektivt í kliniskum førum.

At gevast við heilivág, er ikki einfalt, sigur Reeve, sum arbeiðir við at gera vegleiðingar, ið kunnu nýtast altjóða. Hetta er ikki nakað, ein kann gera eftir bert eini viðtalu uppá 10-15 min. Tað krevur eina greining av heilivág, um hetta møguliga er vandamikið, og um tað er neyðugt. Síðan má avtala gerast um spakuliga at trappa úr heilivágnum, undir læknakontrol.

Leiðureglur um polyfarmasi, vóru skrivaðar av serfrøðingum úr Skotlandi í 2012, fyri at fylla eitt hol, og fyri at hjálpa teimum, ið starvast innan heilsurøkt, um at útskriva og avskriva heilivág. "The effort’s "7 steps" technique, heitir á læknar at gera eina nágreiniliga kanning av diagnosu og viðgerð, og avgera hvønn heilivág, sjúklingurin tørvar, og vera eftirskettin uppá hjáárin, og saman við sjúklingin, taka støðu um viðger.

Ein eftirmeting av leiðbeiningunum vísti, at millum 2012 og 2018 vóru munandi færri vandafullar samansetingar av heilivági givið eldri sjúklingum, útfrá kanningum frá Skotska heilsuverkinum. Her er serliga talan um non- steroidal, brunatálmandi heilivág, so sum aspirin og blóðtrýstheilivág, sum angiotensin II, reseptorblokkara, sum ávirka venir og arterier, og diuretiks, sum hjálpir kroppinum við at koma av við salt, gjøgnum urin. Hetta er kent sum tríføld-vanlukka, og kann føra til nýra- og hjartafeil, serliga hjá eldri sjúklingum, ið hava havt livurtrupulleikar.

Nýtslu av hesum leiðbeiningum yvir eina 6 ára tíðarskeið, hevði við sær at fleiri enn 120.000 sløg av óhóskandi heilivági vóru avskrivaði, árliga.


Menningarbroyting
Nú er spurningurin, um heilsuverkið í øðrum londum kunnu gera líknandi leiðbeiningar. "Tað er gjørligt, men tað tekur tíð", sigur Dreischulte. Hann heldur at hesar broytingar vera lættast at gera, í londum har heilsuverkið er miðsavnað sum í Bretlandi har National Health Service (NHS) er alment fíggjað, og leitt av stjórnini, sum eisini setur læknarnar. Hetta ger at NHS lættliga kann fáa heilivág út, ið er prógvað effektivt" sigur hann.

Heilsuverkið í USA er harafturímóti býtt í fleiri pettir. Í 2019 vóru 68,2 % av íbúgvunum dekkaðir av privatari trygging, umleið 43% vóru alment tryggja av Medicare og Medicaid, og líka yvir 9% høvdu onga trygging. Heilt fá vóru dupult tryggjaði.

Tað vera tó stig tikin fyri at arbeiða ímóti polyfarmasi. Ein av teimum stiginum eru Age-friendly Health System programmið, ið var útviklað í 2017, har sjúkrahús og læknamiðstøðir váttaðu at halda seg til 4M. 4M er ein reglugerð, sum tryggjar álítandi viðgerð fyri eldri, við at raðfesta tað, ið hevur virðið í teirra lívi, saman við heilivág, mobilitet og mentaligar- og kognitivar førleikar. Viðgerðin inniheldur m.a. at onkur heilsurøktarfrøðingur ella lækni setur spurningin:

" Er hesin heilivágur neyðugur fyri sjúklingin?"og sostatt fora útskriving av vandamiklari heilivág, við at heldur gera eina ætlan fyri javning og avskriving, tá ið tað er neyðugt.

Í endanum av 2020 høvdu fleiri enn 1950 heilsufeløg kring heimin meldað seg til Age-Friendly Health Systems átakið. Tey, ið nýttu 4M søgdu frá færri tilburðum av innleggingum, deyðsfall og delirium. Eisini søgdu tey frá færri útreiðslum.

Málið er at náa 2600 feløg í Juni 2023.

Tað er møguligt at onkur størri heilsufeløg í US, við samankoyrda viðgerð, kundu tikið leiðbeiningarnar um avskriving í brúk. Justin Turner, ein granskari á University of Montreal, vísti á eina kanning gjørd á samfelagsapotekum í Montreal økinum. Henda kanning vísti, at um man vísti eldri sjúklingum, ið fingu benzodiazepin, sum t.d. Valium (Diazepam) ella Xanax (alprazolam), ein bókling, ið greiðir frá fyri fyrimunir og vansar, var hetta ein góður máti, at steðga ovurnýtslu.

Av teimum sjúklingum sum fingu ein bókling, steðgaðu 27% við at taka benzodiazepin innan 6 mánaðar, í mun til einans 5% av teimum, sum ikki fingu bólkingin.

Apotek, ið hava samstarv gjøgnum heilsuverkið í US kundu møguliga gjørt tað sama, sigur Turner afturat. Hann samstarvar við granskarar á University of Washington, har teir hava eina royndarkoyring saman við almannagagnliga heilsuverkinum, Kaiser Permanente, í Washington. Tey royna at forða fyri fall millum tey eldru, við at avskriva óneyðugan og vandafullan heilivág. Turner samstarvar eisini við granskarum á Philadelphia VA Medical Center um eina ætlan um at menna og minka um nýtslu av vandafullum heilivág.

Hesar kanningar gerast meir og meir vanligar í US. Í 2019 var samstarvið; the US Deprescribing Research Network sett í stovn. Hetta er eitt samstarv millum heiliráðfrøðingar, klinikarar og granskarar. Tey eru fíggjað av National Institute on Aging, og tey veita stuðul til verkætlanir, ið arbeiða fyri at breiða út vitan um heilivág, og avskriving av heilivág hjá eldri sjúklingum. "Eg haldi at tíðirnar broytast" sigur Turner. Samstundis stríðast nógv av teimum eldru við hesi eyka byrðuni, og royna at tala sína sak, og mugu hava síni nærmastu, at pressa sína sak ígjøgnum fyri seg, um tey vilja gevast við eitthvørt heilivág, tá ið hetta er neyðugt.

Í Februar, var Omma mín til eina læknaviðtalu, og fekk útskrIvað amphetamin heilivágin Adderal, fyri møðina, sum hon hevði um dagin. Møðin er eitt hjáárin av carbidopa/levodopa, sum hon tekur fyri Parkinson’s. Tá ringdu ávaringar klokkurnar hjá dóttrini, Elizabeth, og hon vendi sær til læknan hjá Carol og skrivaði: "Hasar tablettirnar eru ikki svarið í Mammu'sa føri, í staðin, má hon fáa ein hjálpara, hon má fáa venjing, og sosialu samveru, sum t.d. Zoomfundir, við hennara kirkjubólki."

Læknin svaraði skjótt, og Carol tekur ikki Adderal, og soleiðis ynskir Elizabeth, at tað skal blíva við. Hon ger tað hon kann, fyri at hjálpa mammu síni at taka Parkinson’s heilivágin til tíðina – sjálvt hatta eina slagið av heilivág kann vera trupult – og hon sær stóran mun, tá ið hesar livireglur verða fylgdar, og mamman tekur regluligar gongutúrar á 2 míl (uml. 4 km).
Hon hevur av at gera við bara hasum eina slagnum av heilivági, 4 ferðir um dagin. "Hon klárar ikki meir enn hatta eina," sigur Elizabeth Mitchell. "verður nakað lagt afturat, gloymir hon carbidopa/levodopa, og endar aftur á sjúkrahúsinum"

 

Hendan greinin var upprunaliga í Knowable Magazine, eitt óheft blað-skriv frá Annual Review

03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet
22 oktober 2023
Yvirmedisinering – ein vaksandi trupulleiki
26 mai 2023
Við Parkinson­felag­num í Skótahúsi­num í Runavík tann 17.mai.
23 mai 2023
Vit geva parkinson nevan!!
23 mai 2023
Parkinson­felagið samstarvar við Tórshav­nar Marathon 2023