18 juni 2025
Limafundur var í Bátasavninum í Leirvík 14.Juni 2025

14. Juni høvdu vit okkara seinasta limafund áðrenn summarfrítíðina. Møtt vóru 45 fólk, og vóru vit í sera hugnaligu hølunum hjá Leirvíkar Bátasavn. Jón Eliassen organist byrjaði við at spæla 3 klassisk løg á flyglið, sum stendur sera væl í savninum. Síðani helt Rannvá Lava Olsen, sum er fysioterapeut hjá Klaksvíkar Fysioterapi, eina framløgu um Parkinsonvenjingar. Tað er eitt Parkinsonhold í Íðka í Klaksvík, har hon hevur venjing 2 fer um vikuna í 1 tíma. Fólk kundi seta spurningar og eisini fingu vit nakrar heimavenjingar, nú tað fyri tað mesta er steðgur í venjingarhølunum í summar, at brúka. Eisini høvdu vit ein deiligan drekkamunn við køkum. Haldi at fólk hugnaðu sær, og so kundu tey eisini fara runt í savninum at hyggja eftir vøkru samlingini av list- bátar, málningar og onnur áhugaverd verk.

18 juni 2025
Parkinson­venj­ingar vælegnaðar til heimavenjing.
18 juni 2025
Limafundur var í Bátasavni­num í Leirvík 14.Juni 2025
03 juni 2025
Limafundur verður 14.juni kl.14
23 mai 2025
Video um Parkinson­felagið☺️
21 mai 2025
Landsinn­savning 2025
08 mai 2025
Hjálpar­fólk til Tórshavn Marathon
11 apríl 2025
11.apríl Altjóða Parkinsondagur
02 apríl 2025
Ársaðalfundu­rin 14. mars