11 apríl 2023
Í dag er altjóða Parkinson dagur

Parkinson er eins og eitt ísfjall. Tú sært 10 prosent av tí, ið sjúkan inniber; og hini 90 prosentini eru duld

Skrivað hevur:
Joy Ann Simonsen
 
- Sagt verður, at ilt er at læra gamla hund uppi at sita, men tað er ikki heilt satt, og eg royni at læra meg, at liva við hesum fylgisveini, við tí vón, at onkur finnur ein máta, har eg kann sparka hann út. So hóast hann kom og skakaði mítt lív, so eri eg, sum James Bond sigur um sín drykk: “Shaken, not stirred”

Soleiðis skrivar Joy Ann Simonsen, um fylgisvein sín, sum er Parkinson sjúkan.

Í dag 11. apríl er altjóða Parkinson dagur, og kring allan heimin verður varpað ljós á hesa sjúku.
Hvussu sær ein út, ið hevur hesa sjúku? Hvørji sjúkueyðkenni eru?

Spyr mann tilvildarlig fólk, siga flestu helst, at tað ein gamal maður ella kvinna ið ristir, gongur og dregur beinini, og rørslurnar eru seinar og stívar. Sannleikin er tann, at Parkinsons-sjúkan er so nógv meiri enn ristingar og stívar, seinar rørslur. Tað er sum eitt ísfjall, har tú sær 10 prosent av tí sjúkan inniber, og hini 90 prosentini eru duld undir vatninum.

 

Hvussu sær ein út, ið hevur Parkinson?


11. april er altjóða Parkinson dagur, og kring allan heimin verður varpað ljós á hesa sjúku.
Hvussu sær ein út, ið hevur hesa sjúku? Hvørji sjúkueyðkenni eru? 

Spyr mann tilvildarlig fólk, siga flestu helst, at tað ein gamal maður ella kvinna ið ristir, gongur og dregur beinini, og rørslurnar eru seinar og stívar. Sannleikin er tann, at Parkinsons-sjúkan er so nógv meiri enn ristingar og stívar, seinar rørslur. Tað er sum eitt ísfjall, har tú sær 10% av tí sjúkan inniber, og hini 90% eru duld undir vatninum. 
 
Vit hoyra um fólk, sum fara til lækna við pínu í økslini, fótinum, rygginum ella aðrastaðni í kroppinum. Tey verða kannað úr høvd í enda, røntgenmyndir tiknar, tey verða send í skannara, og alt sær út at vera normalt. 

Onnur fara til lækna, tí tey hava harðan maga, men læknar finna einki galið, og sjúklingurin verður sendur heim við heilivági fyri harðan maga og boð um at drekka nógv, eta sviskur ella drekka sviskujuice. 

Onnur renna so ofta á wc, at tey uttan trupulleika røkka teimum gyltu 10.000 fetunum um dagin; tí tey skulu pissa, og halda seg hava bløðrubruna. Læknarnir finna einki, og sjúklingurin verður sendur heim við boðum um at drekka nogv, helst kamillethe ella tranuberjasaft.

Tá ið Korona herjaði, varð sagt at eitt sjúkueyðkenni var, at ein misti smakki- og luktisans, og ja, tú hevur sikkurt gitt tað - hetta eyðkennir eisini Parkinson sjúkuna. 
Øll hesi eyðkenni og mong onnur kunnu vera tekin uppá at ein hevur Parkinson, so ein kundi freistast at hugsa: “Eg eri nokk hypokondari”. Men tann skakandi veruleikin er, at tú hevur fingið ein fylgisvein fyri lívið, sum eitur Parkinson. Ikki havi eg vitað nakran so frekan, at troka seg inn i mítt lív, uttan at spyrja, um eg vildi hava hann har. Ná, men hann ætlar sær so ikki at fara nakran veg, so eg má læra meg at liva við hesum óinnboðna fylgisveini, tí hann skal ikki sleppa at taka mína lívsgleði.

Ein hevur skemtiliga tikið til, at hetta er sjúkan ið blívur við at geva. So ikki fyri at vera ótakksom, men so vildi eg helst sagt nei takk til alt, sum Parkinson kann geva. Tað er so galið, at onkur heldur seg frá at fara til læknan, við onkrum sjúkueyðkenni, tí hvørjaferð segði læknan: “Jamen tú hevur Parkinsons”, og harvið staðfest, at tað er einki at gera við tað.
Hvussu sær Parkinson út? Hygg rundan um teg. Einhvør kann hava hesa sjúku. Tað er ikki tengt at kyni ella aldri. Um heilivágurin virkar væl, er ikki sikkurt, at ein vísir nøkur tekin uppá, at ein hevur Parkinson. Men tað er ein degenererandi sjúka, og sum er, finnst eingin lekjandi heilivágur móti Parkinsons, men tað verður dúgliga granskað. 
Nevnast kann, at royndir við stamsellum síggja lovandi út. So vónandi um ikki alt ov langa tíð, kann henda sjúkan lekjast. Inntil tá eru møguleikarnir heilivágur, sum lættir um sjúkraeyðkennini. 

Men eingin sjúklingur er líka. Tann heilivágur ið riggar hjá einum, kann vera óvirkin hjá onkrum. Onkur fær ring hjáarin av heilivágnum, og hetta kann hava við sær, at ein er noyddur at taka meiri heilivág fyri at basa hjáarin. 

Tá ið ein fær Parkinson, ávirkar tað alla familjuna og ein fær ringa samvitsku, tí tú ikki klárar at gera ting, ið fyrr einki høvdu uppá seg. Eg kann ikki planleggja nakað, tí eg aldrin veit, hvussu eg havi tað. Tær góðu løturnar havi eg mót uppá alt, men tá ið tær keðiligu løturnar koma, havi eg bara hug at goyma meg vekk fyri øllum, langt undir dýnuna. Tí tá ið ringast er, orki eg hvørki at liggja, sita, standa ella ganga. 

Sagt verður, at ilt er at læra gamla hund uppi at sita, men tað er ikki heilt satt, og eg royni at læra meg, at liva við hesum fylgisveini, við tí vón, at onkur finnur ein máta, har eg kann sparka hann út. So hóast hann kom og skakaði mítt lív, so eri eg, sum James Bond sigur um sín drykk: “Shaken, not stirred”
 

Tú kanst stuðla Parkinsonfelagnum við at trýsta her

 

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet