Hóast meira enn 200 ár eru liðin síðan James Parkinsons fyri fyrstuferð gjørdi eina útgreinaða skrivliga lýsing av sjúkuni, so finst framvegis eingin lekidómur.
Tað verður stór orka brúkt til gransking og sterkar ábendingar eru um, at tað sum vit í dag diagonosiera sum “parkinson” í veruleikanum umfatar fýra ymiskar heilasjúkur.
Hetta samsvarar eisini við, at sjúkraeyðkennini hjá fólki við parkinson eru so ymisk.
Granskarar eru samdir um, at nýggj og munagóð viðgerð fyri Parkinson er væntandi longu í nærmastu framtíð, men neyðugt er, at vit stuðla og hjálpa granskarum so vit allatíðina stevna móti málinum.
Síðan 2017 hava ímeðal 20 føroyingar um árið fingið staðfest parkinson.
Bíðitíðin á medisinskadeplinum hjá fólki, sum nýliga hava fingið staðfest parkinson, at koma í viðger er 5 - 6 mánaðar. Talið av neurologiskum sjúklingum er sum heild vaksið og tað viðførur at alsamt fleiri sjúklingar krevja uppfylging.
Áðrenn korona tiltøkini vóru sett í verk, var bíðitíðin at koma í viðgerð fyri parkinson, komin niður á tríggjar mánaðar.
Tað er ein sannroynd, at læknaliga tænastan sum føroyska heilsuverkið veitir, er treytað av útlendskum konsulentum. Í tíðarskeiðinum við korona hava onkrar konsulent vitjanir verið avlýstar og hetta hevur í tíðarskeiðum elvt til longri bíðitíðir. Sum heild fáa fólk, sum eru í viðgerð fyri parkinson, eina serlæknaviðtalu um árið, sum er á leið tann sama sum í Danmark.
Umfatandi føroysk parkinson granskingarverkætlan farin av bakkastokki
Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetri Føroya stendur á odda fyri spennandi verkætlan ”Mikrobiom og Parkinson sjúka”.
Maria greiðir soleiðis frá verkætlanini:
Tær óteljandi bakteriurnar, sum eru í okkara kroppi, gera annað og meira enn bert at sodna okkara mat. Gransking bendir á, at bakteriurnar í tarmum okkara eru í beinleiðis sambandi við heilan, og at javnvágin millum góðar og minni góðar bakteriur kann hava ávirkan á sjúkur, m.a. Parkinson sjúku.
Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, um persónar, sum hava Parkinson sjúku, hava aðra bakteriu samanseting enn fólk, sum ikki hava sjúkuna. Eisini vilja vit kanna, um/hvussu parkinson heilivágur ávirkar tarmflora’ina. Við hesi kanning vænta vit at fáa nýggja vitan um orsøkir til, at ein fær Parkinson sjúkuna; vitan, sum við tíðini vónandi kann viðføra nýggja, betri viðgerð til frama fyri sjúklingarnar:
Í oktobur 2021 var neurologurin Sára Beck í Føroyum og endurkannaði luttakarar og hon verður aftur áðrenn summar. Í apríl/mai fer kanningin av tarmbakterium hjá Parkinson sjúklingum í gongd, sum m.a. Parkinsonfelagið hevur fíggjað. Parkinson sjúklingar fara tí í næstum at fáa innbjóðing at luttaka í hesum partinum av verandi gransking og eisini fara vit at bjóða nýggjum sjúklingum við.
Parkinsonfelagið stuðlar føroysku granskingarverkætlani peningaliga.
Fakta um parkinson:
Parkinson er tann skjótast vaksandi neurologiska støðan í heiminum í dag.
Parkinson hevur 40 sjúkraeyðkenni frá pínu og stívheit, til svøvntrupuleikar og mentalar heilsutrupuleikar. Hvørt einasta fólk hevur síni egnu uppliving, samanseting av sjúkraeyðkennum og tilgongd til parkinson.
146 fólk liva við parkinson í Føroyum í dag.
Tað hevur týdning fyri hvønn einstakan, sum far parkinson, at vita, at lívið steðgar ikki upp tí ein hevur fingið parkinson.
Parkinson er ein kronisk støða - men við røttu viðgerðini kann mann liva eitt langt, gott og virkið lív. Fyri fólk, sum nýliga hava fingið staðfest sjúkuna, kann tað vera deprimerandi at lesa ov nógv um sjúkuna. Tí hevur tað týdning, at hvør einstakur uppsøgir vitan eftir tørvi og eftir egnum ynski. Tað er títt lív, sum tað snýr seg um og tú avgerð sjálvur hvat tú hevur tørv á at vita.
Fyri mong kann tað verða gott at lesa um onnur, sum eru í somu støðu og møtast til samveru at tosa um mál av felags áhuga.
Hjá summum gerast sjúkraeyðkennini skjótt sjónlig, meðan hjá øðrum gongur long tíð til broytingar verða staðfestir. Summi hava tørv á at tillaga/broyta heilvág við stytri millumbilum, meðan onnur klára seg við munandi minni av heilivági. Summi uppliva broytingar ella svingningar í virkisførleikunum dagliga, meðan onnur eru meira líka frá degi til dags.
-----
STUÐLA PARKINSONFELAGNUM!
Nú altjóða parkinsondagur er, fara vit at heita á fólk um at stuðla Parkinsonfelagnum peningaliga.
Hetta kann gerast við at tekna seg sum lim í Parkinsonfelagnum TRÝST HER:
Eisini ber til at stuðla mánaðarliga ella við eini eingangs peningagávu TRÝST HER:
Parkinsonfelagið hevur konto í peningastovnunum.