22 mars 2021
Nær finna vit heilsubót fyri Parkinson?

Granskarar eru samdir um at nýggj og munagóð viðgerð fyri Parkinson er væntandi longu í nærmastu framtíð, men neyðugt er at vit stuðla og hjálpa granskarum so vit allatíðina stevna móti málinum

Tíðargrein:
 
John William Joensen
Formaður í Parkinsonfelagnum

 

Parkinson er skjótast vaksandi neurologiska støðan í heiminum í dag. Og sum støðan er í løtuni er eingin lekidómur fyri Parkinson, men granskarar eru tætt við at loysa týðandi partar av gátuni. Tað er umráðandi at leggja merki til at fólk við Parkinson eru ikki sjúklingar, men vit liva hvønn dag í einum neurologiskum tilstandi, sum stendur við og versnar við aldrinum.
 
Hvat hava vit lært um Parkinson?
- Vísindin hevur funnið nakrar slóðir at elta, sum saman kunnu greiða gátuna. Eitt nú vita vit, at ílegur hava ein leiklut í samband við Parkinson. Hetta merkir ikki, at Parkinson arvast beinleiðis frá foreldrum til børn, men ílegurnar hjá ávísum familjum gera, at tær eru meira fongdar við Parkinson enn aðrar familjur.

- Vísindin er komin sera langt við at kortleggja hendingar á lívsleiðini hjá fólki við Parkinson, sum kunnu hava framkallað skaðar á heilsasellur.

- Vísindin er í ferð við at menna nýggjar og slóðbrótandi viðgerðahættir.

- Granskarar arbeiða nógv við at menna og kannað ymisk sløg av heilivági, sum kunnu mótvirka ógvusligastu sjúkueyðkennunum, so sum hallusinatiónum og vánaligari balansu.

- Og vit vita, at hóast fólk við Parkinson hava felags sjúkueyðkenni, er tað sera ymiskt hvørji av hesum sjúkueyðkennum einstøk fólk hava, og ymiskt er eisini hvussu heilivágur virkar hjá tí einstakan persóninum.

Vísindin er komin so langt, at tey komandi árini vænta vit at síggja nýggjar og betri viðgerðarhættir, sum fólk við Parkinson tørva. Gransking tekur tíð, men í løtuni eru fleiri granskingarverkætlanir í gongd, og í Føroyum gera vit eisini okkara til at náa málinum. Tí er tað sera umráðandi, at vit stuðla gransking – og at vit ikki halda okkum aftur, men at vit áhaldandi taka lut í granskingarverkætlanum.

 

Tað verður møguliga ikki bert tann eina viðgerin fyri Parkinson.

Av tí at Parkinson er so ymiskt frá persóni til persón, verður viðgerðin/loysnin kanska ikki tann sama fyri øll. Tí hava vit tørv á eini røð av ymiskum viðgerðarhættum og tilboðum, soleiðis at vit kunnu takkla støðu hjá einstaka persóninum, tað vil siga persónlagaða viðgerð.

Hendan røðin kann hugsast at innihalda viðgerð og strategiir, sum kunnu:

-       Seinka ella steðga sjúkugongdini.

-       Endurskap ella umvæla skaddar heilakyknur.

-       Fáa tak á ávísum sjúkueyðkennum

-       Fanga (diagnostisera) Parkinson so tíðliga sum gjørligt í sjúkutilgongdini.

Hetta kann merkja viðgerðir við heilivági, heilaskurð og/ella lívsstílsbroyting, so sum at eta rætt og venja regluliga.

 

Nøkur dømi um viðgerðarhættir:

- Stem-cellu viðgerð, sum stílar eftir at fáa sunnar kyknur at yvirtaka virkisøki, sum hevur fingið skaða ella at umvæla skaddar heilakyknur hjá fólki við Parkinson.

- Íleguviðgerð (Gene therapy), sum brúkar styrkina í ílegunum at umprogramera kyknur so at tær broyta atferð til at verða verandi frískar og virka og liva longri.

- Vakstrarárinsviðgerð (á enskum growth factors, GDNF), sum eru púra vanlig mýl, sum fremja vøkstur, menning og livilíkindir hjá heilt vanligum kyknum og heilakyknunum.

Harafturat er vísindin í ferð við at menna heilivág, sum skal gera tað lættari hjá fólki at liva við fylgjuvirknaði, sum kemur av Parkinsonheilivági.
 

Hvat kunnu vit gera fyri at skunda undan gransking

Tey, sum fáast við gransking siga, at nýggj og munagóð viðgerð er á trappuni, og at talan er bert um ár, ikki áratíggjur, til vit fáa eitt nýbrot av viðgerðarháttum. Men fyri at hetta skal gerast veruleiki er neyðugt at vit tryggja arbeiðsumstøðurnar hjá granskarum, so bestu heilarnir hava bestu arbeiðsumstøður til:  

- At granska og loysa vísindaligar gátur sum kunnu menna nýggjan heilivág og nýggjar viðgerðir, so fólk við Parkinson kunnu fáa heilsubót.

- At seta ferð á menning av kanningarháttum av nýggjari viðgerð og heilivági við nýggjari “viritual” biotøkni, sum lættir um gransking uttanum fysisk mørk, so tað er lættari at samstarva altjóða.

- At menna talgilt altjóða samstarv, so skjótari og lættari og bíligari verður at eftirkanna og góðkenna nýggjar viðgerðarháttir.

- Og at eftirkanna annan og nýggjan heilivág, sum kanska eisini kann verða ein hjálp hjá fólki við Parkinson.

 

Vit mugu og skulu náa málinum

Vit vita við vissu, at tess meira orku vit leggja í gransking, tess skjótari kunnu vit bjóða fólki viðgerð fyri Parkinson.

Tí er neyðugt at leggja alsamt størri orku og pening í gransking av Parkinson, eisini í Føroyum – tí hvønn dag gerst talið á fólki við Parkinson alsamt størri og størri.

Tí er átrokandi neyðugt við skilvísi og átrokandi neyðugt er at at seta inn nú, so vit fáa steðgað sjúkuni og endurment mistar førleikar hjá fjøld av fólki.

 

Korona bæði gott og minni gott

Tíðarskeiðið við Covid 19-umfarssóttini hevur á mangan hátt verið sera trupul fyri fólk við Parkinson. Hóast vit, sum hava Parkinson, ikki hava verið meira í vanda enn aðrir samfelagsbólkar, hava tiltøkini sum heilsumyndugleikarnir settu í verk verið til stóran ampa og ført til afturstig fyri fólk við Parkinson.

Tá korona av fyrstan tíð kom til landið, avgjørdu myndugleikarnir at steingja heilsuverkið. Neurologiska Ambulatoriið varð stongt, og viðtalur og viðgerðir vóru útsettar og avlýstar. Samstundis vóru viðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum avlýstar og útsettar, og serliga vóru viðgerðir nógv skerdar á Bispebjerg, sum er høvuðsviðgerðarstað fyri fólk við Parkinson í danska ríkinum. At steingja heilsuverki í styttri ella longri tíðarskeið var ein stór avgerð, sum hevur verið til stóran ampa fyri fólk við Parkinson, sum áhaldandi hava tørv á serligari viðgerð. At fólk við Parkinson kendu seg slept upp á fjall, er væl skiljandi.

Hinvegin hevur korona víst okkum øllum, hvussu týdningarmikið heilsuverkið er, og hvussu neyðugt tað er, at granskarar hava góðar umstøður at arbeiða í. Tí er alneyðugt, at fólk við Parkinson framhaldandi gera sítt til at taka lut í granskingarverkætlanum og at stuðla gransking soleiðis, at vit náa málinum. Vit hava sæð, hvussu vit í felagsskapi megnaðu at steðga eini nýggjari og fullkomiligari ókendari umfarssótt eftir bert tveimum árum.

Skulu vit náa málinum, er neyðugt at vit standa saman um felagsskapin, bæði lokalt og altjóða, so vit saman megna at finna betri viðgerðarhættir fyri Parkinson.

 

Keldur:

https://www.parkinsons.org.uk/research/when-will-there-be-cure-parkinsons
 
----

 
Parkinsonfelagið stuðlar gransking og menning gjøgnum Jarðarferðargrunnunin. Hendan verkætlan, undir leiðslu av Mariu Skaalum Petersen, granskara, er enn í gongd. Hon hevur ligið still undir korona, men nú verður farið í gongd aftur.

Og síðan 2017 hevur felagið stuðlað útbúgving og menning av heilsustarvsfólki, sum arbeiða við Parkinson.

Jarðarferðargrunnurin: BankNordik kontonr. 6460-7233509

07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet
22 oktober 2023
Yvirmedisinering – ein vaksandi trupulleiki
26 mai 2023
Við Parkinson­felag­num í Skótahúsi­num í Runavík tann 17.mai.